Klokkan 19 í kvøld verður fyrsta bríksl í stórsteypadystinum millum meistararnar í KÍ og steypavinnararnar í HB.
Leygardagin vóru ikki líkindi at spæla fótbólt, og tað vóru heldur ikki fótbóltslíkindi sunnudagin.
Hóast tað er kavi og kalt, so verður tað roknað við, at tað fer at bera til at spæla fótbólt íkvøld. Eingin kavi er á Tórsvølli, og tað verður sagt frá 2 – 3 hitastigum.
23. maður á vøllinum verður Jákup Øssursson Mohr, sum er rættiliga nýggjur dómari. Í 2018 dømdi hann sambært faroesoccer tveir dystir – ein í bestu kvinnudeildini og ein í U-21 kappingini. Í fjør dømdi hann 13 dystir – ein í bestu kvinnudeildini og so í U-21 og 2. deild.
Í kvøld fer 30 ára gamli Jákup Øssursson Mohr fyri fyrstu ferð at døma, tá ið tvey av liðunum í bestu deildini spæla. Hjálpardómarar vera Jógvan Breckmann og Fróði Johannesen.