Verkætlanin – Tann størsta og tann minsta møtast - byrjaði í 2006. Heitið sipar til at Svøríki er norðurlendska tjóðin við flest málbrúkarum og umboðar eina sterka mentan, meðan Føroyar og føroyskt hava fæst málbrúkarar.
Fyrsti liður var lærarasamstarv, har peningur varð játtaður til at lærarar frá báðum skúlunum kundu vitja skúlan hjá hvørjum øðrum og starvast har í eina viku, samstundis sum áhaldandi samstarv varð fyrireikað. Næsti liður í samstarvinum var samstarv millum flokkar, og peningur varð játtaður til hetta í juni í fjør.
Flokkarnir 3.x og BF2A hava síðani samstarvað á netinum og lisið tekstir hjá hvørjum øðrum. Alt frá tjóðasangum til stuttsøgur, greinar, tíðindasendingar og poppsangir eru og hava verið á skránni. Eisini eru tey í holt við at gera ein orðalista út frá sínum málsligu royndum gjøgnum samstarvið. Ymiskar náttúruupplivingar og ítrottargreinar eru eisini partur av verkætlanini.
Hugsanin hevur alla tíðina verið, at studentaskúlanæmingar úr hesum báðum mentanum skulu uppliva og leggja til merkis hvønn annan sum norðurlendingar. Mál, bókmentir, ungdómsmentan og lívsstílur eru lyklaorð, sum hava sett dagsskránna fyri samstarvið.
Samstarv við stórum møguleikum
Norplus verkætlanirnar umfata ikki bara miðnámsskúlar, men lærarar í fólkaskúlum og hægri útbúgvingarstovnum kunnu eisini søkja um ferðastuðul, um tey finna sær samstarvsfelagar í einum øðrum norðurlendskum landi og seta eina dygdargóða ætlan saman.
Altjóða Skrivstovan er kunningardepil fyri Nordplus verkætlanirnar og meira kunning fæst á heimasíðu teirra, www.ask.fo
- Vit hava góðar royndir við hesum verkætlanunum, og umsøknarfreistin, sum upprunaliga var 1. mars er útsett til seinast í mánaðanum orsakað av tekniskum trupulleikum við online-umsøknarskipanini. So lærarar og skúlar hava framvegis møguleika at søkja um stuðul í ár, sigur Holger Arnbjerg, leiðari í Altjóða Skrivstovuni.
Í ár eru Balkan londini vorðin ein partur av skipanini, so føroyingar hava nú eisini møguleika at søkja um samstarv við skúlar í Estlandi, Letlandi og Litava.
- Ætlanin við hesum verkætlanum er fyrst og fremst at geva fólki møguleika at læra um norðurlendsku mentanirnar og stuðla undir ein felags norðurlendskan samleika, sigur Holger Arnbjerg, leiðari á Altjóða Skrivstovuni.
Skúlar við altjóða profili
Svenski flokkurin luttók í vanligu undirvísingini í Kambsdali og fekk harumframt høvi at vitja føroysk virki og stovnar. Tey vitjaðu millum annað Sjósavnið í Argjum, bóndahúsini og Múrin í Kirkjubø, og gingu eisini túrar í gomlu Havnini.
- Næmingarnir hava fingið eina heildaruppliving av lívi, mentan og møguleikum í Føroyum og Svøríki og tey eru á tremur við upplivingum og eygleiðingum, greiðir Hanna Jensen, lærari í Studentaskúlanum í Eysturoy frá.
- Sum skúli og lærarar hava vit á Studentaskúlanum á Kambsdali fingið ein samstarvsfelaga, sum vit kunnu fáa gagn av í framtíðini eisini. Bond eru knýtt, og góðir møguleikar eru fyri at aðrir lærarar – eisini saman við øðrum flokkum – kunnu samstarva á ymsikan hátt, fyri støðugt at mennast og læra av síggja, hvussu onnur gera í líknandi umstøðum.
Hanna Jensen sigur, at verkætlanin hjá teimum byrjaði eftir eitt kontakt seminarium hjá Norplus, sum hon luttók á.
- Tað eru nógvir møguleikar at finna skúlar at samstarva við. Flestu lærarar kenna starvsfelagar í somu fakum í øðrum londum, og tá er lætt at seta eina felags verkætlan í gongd. Ella kann ein, sum eg, luttaka í kontaktskeiði, har lærarar úr øllum norðanlondum luttaka. Á heimasíðuni hjá Altjóða Skrivstovuni ber eisini til at finna møguligar samstarvsfelagar, sigur Hanna Jensen.
Hon heldur, at Norplus er ein upplagdur møguleiki hjá skúlum at skapa sær ein altjóða profil. Føroyskir skúlar hava ikki møguleika at luttaka beinleiðis í evropeiskum samstarvsfelagsskapum, sum tildømis Erasmus, tí Føroyar ikki eru limur í ES.
- Men í Nordplus hava vit møguleika at vera við, og nú tá økið er víðkað til Balkan, er hetta jú ein spennandi møguleiki fyri skúlar at skapa sær ein altjóða profil, soleiðis at næmingar sum søkja inn á ein ávísan skúla vita, at tey fáa møguleika at seta seg inn í aðrar mentanir við beinleiðis samstarvi við næmingar í øðrum londum.
MYNDATEKSTUR:
Svenskt-føroyskt samstarv førdi herfyri ein svenskan skúlaflokk til Føroya. Her eru tey gongutúr í Havn. Fremst frá vinstru: Gøran (svenskur lærari), Christoffer, Hanna (føroyskur lærari). Miðrað frá vinstru: Elin, Sandra, David, Manoj, Annika (svenskur lærari), Jonas. Aftast frá vinstru: Sami, Nina, Johan, Lovisa, Linda, André, Pontus og Josefin
Mynd: Jens Kristian Vang