Men ferðin á hesum motori hevur ikki verið so stór sum ynskiligt í fleiri ár. Búskaparligi vøksturin hevur verið lítil, til tíðir at kalla eingin. Nógvar álvarsligar og til tíðir skakandi hendingar hava rakt landið seinastu árini. Týski granskingarstovnurin IFO í München (ifo-Standpunkt nr 67) vísir á hesar hendingar:
"Umfatandi globalisering og størri kapping frá láglønarlondum
"Sameiningin av Europa og avtøku av handilsforðingum.
"Umbýting av D-mark við Euro
"Nýggj ES-limalond í Eystureuropa
"Sameiningin av Týsklandi
Hesar broytingar hava møguliga gagnað Europa sum heild, men tær hava volt týskarunum serligar trupulleikar.
Globaliseringin
Hesa gongd hava flestøll lond følt á onkran hátt. Serliga er tað Kina, sum við ferð er komið inn á heimsmarknaðin, sum merktiskt í Europa. Kina er 10 ferðir størri enn Japan, og nettup Japan var í mong ár landið sum framleiddi bíligar vørur til europeiska marknaðin. Týskland misti tí nógv av tí optiska og fín-mekaniska ídnaðinum til Japan. Nú fer onnur framleiðsla til Kina.
Tey smáu londini fingu atgongd til ein risastóran marknað
Sameiningin av Europa hevur ført suður- og norðurpartin saman, men felagsmarknaðurin hevur virkað ymiskt í stórum og smáum londum. Smálondini hava generelt havt størstar fyrimunir. Tey smáu londini fingu atgongd til ein risastóran marknað, meðan fyrimunurin hjá teim stóru, eitt nú Týsklandi, var minni. Í mun til heimamarknaðin gav politiska- og búskaparliga víðkanin bert atgongd til lut-fallsligar smáar marknaðir. Til dømis fekk finska Nokia, sum framleiðir fartelefonir (mobilos) fría atgongd til allan ES-marknaðin og fekk stórar fyrimunir av tí. Týska Siemens fekk ikki tilsvarandi stórar fyrimunir av at koma inn á lítla finska marknaðin. Siemens framleiðir í dag ikki fleiri fartelefonir
Euro fyri D-Mark
Euro hevur nú verið gjaldoyra í flestu ES-londum í 6 ár, og hevur sum heild verið ein succes. Tó hava einstøk lond havt trupulleikar av, at tað nú er ECB, Europeiski CentralBankin, sum stýrir rentuni óheft av politisku stjórnunum í teim einstøku londunum í økinum.
Hetta felags gjaldoyra førdi til eina samanrenning (konvergens) av rentuni á longum lánum. Fleiri lond høvdu eina rentu, sum var 5, 6 ella 7 % hægri enn tann týska. Við felags gjaldoyra, Euro, minkaði risikoin í smálondunum. Hetta gjørdist so ein fyrimunur hjá smálondum í kappingini at draga kapital og vinnulív til sín. Tað kann sigast, at kapitalurin fekk sama tryggleika at arbeiða undir, sum hann fyrr eina hevði haft í Týsklandi.
Fyri Europa sum heild var tað ein fyrimunur, men arbeiðandi í Týsklandi føldu tað helst ikki sum nakran fyrimun.
Grundarlagið undur euruni er ein stabilitetsavtala, sum forðar londum í at hava ov stórt hall á fíggjarlógini. Tó hava fleiri lond í longri tíð havt trupulleikar við at halda seg innan hesar karmar. Stabilitetsavtalan forðar londunum at læna ov nógvan pening til at seta gongd í framleiðsluna. Politikkurin hjá ECB gongur í fyrsta lagi út uppá at sleppa undan inflatión. Null-vøkstur er einki búskaparligt problem, men politiskt gongur tað ikki í longdini.
Eystureuropeisk lond koma aftrat
Nýggir ES-limir eru komnir til og tað hevur givið ein størri marknað, bæði tá vørur skulu keypast og seljast, men eisini arbeiðsmarknaðurin er blivin størri. Men hetta eru láglønarøkir, sum eru komin aftrat. Í meðal var lønin í teim 10 nýggju limalondunum uppá 14% av týsku meðallønini. Tað hevur givið týskarum trupulleikar á fleiri økjum. Eitt nú íBerlin, har nógv byggiarbeiði er farið fram.
Innlimingin av DDR kostaði
Um tað skal kallast innliming ella sameining eru týskarar ósamdir um. Men processin hevur kostað pengar, nógvar D-markar og seinni Euros. Men tann veruliga sameiningin gongur sera illa. Tað sæst einabest á arbeiðsloysistalinum, sum er 10% í Vesturtýsklandi, men er 20% í øllum Eysturtýsklandi.
Bruttoframleiðslan pr. arbeiðandi var í 1996 í Eysturtýsklandi uppá 61% av framleiðsluni hjá einum meðal vesturtýskara, men í 2005 er hetta tal minkað til 59%. Munurin er sostatt vaksin! Ymsar metingar benda á, at "die neue Länder", sum eystaru londini kallast, kanska um 15-20 ár eru á sama støði sum Bayern er í dag.
Politisk gjógv millum eystara og vestara part?
Munurin millum eyst og vest er eisini politiskt sjónligur. Komandi valið til Bundestag, týska tingið í Berlin, sum verður 18. september, vísir markantar munir millum eyst og vest. Eystanfyri eru tey framvegis sosialistar, og PDS (vinstrasosialistar) og SPD (sosialdemokratar) hav næstan 60% av atkvøðunum har, samsvarandi seinastu kanningarnar. Teir stóru flokkarnir í Týsklandi CDU (kristiligir demokratar) og SPD hava hvør 27-28%, men Linkspartei PDS hevur 29% og er sostatt í løtuni størsti flokkur har eysturi.
Tað er annars hend ein nýskapan í týskum politikki. Oscar Lafontaine, fyrrverandi SPD-leiðari og ráðharri úr Saar, fór burturúr flokkinum og stovnaði WASG, Wahlalternative, Arbeit und Soziale Gerechtigkeit. Nú hava WASG, sum hevði eina vissa undirtøku vestanfyri, og PDS, sum stóð sterkt eystanfyri lagt saman og stilla upp í felag, sum Linkspartei. PDS.
Møguleikar eru fyri at hesin nýggi flokkur fer at fáa 8-9% av atkvøðunum, sum gevur pláss í Bundestag í Berlin. Men hvørja rollu flokkurin kemur at spæla, er óvist.
Týski búskapurin kemur fyri seg
Globaliseringin og seini vøksturin í Týsklandi hevur lagt eitt stórt trýst á stóru virkini í týsku framleiðsluni. Tey hava nú minkað um kostnaðarstøðið. Produktiviteturin er øktur, og harvið kappingarførið. Og tað hevur gingið skjótari og betri enn í øðrum europeiskum londum, sum talvan vísir
Gongdin í nøkrum lyklatølum í stórum ES-londum
(Kelda: The Economist, OECD, ES-commission)
Index-tøl1999=100 Kostnaður pr.arbeiðseind 2005Útflutningur av vøru og service 2005
Týskland88146
Frankaríki99122
Italia107108
Spania108130
Týskland er nú tað landið í Verðini sum hevur størstan útflutning, og harvið eisini stórt avlop á handilsjavnanum, næstan 200$ milliardir seinastu 12 mánaðirnar (uppgjørt pr. juni 05). Í negativa endanum liggur USA framvegis, sum hevur eitt hall uppá yvir 700$ milliardir. Virkini hava góðan profitt, og virðisbrævamarknaðirnir (børsarnir) vísa framgongs.
Hinvegin eru tvey ting, sum enn standa í stað. Tað er forbrúkið ella nýtslan hjá teim privatu. Hon stendur í stað, tí fólk eru varin og óttast arbeiðsloysið. Tó vísa nýggjar kanningar, at bjartskygnið í sjálvari vinnuni er skjótt vaksandi.
Hitt talið, sum stendur í stað, eru húsaprísirnir. Í flestu europeisku londunum, USA og Australia hava prísirnir á fastari ogn verið skjótt hækkandi í longri tíð. Týskland er einasta undan-takið. Orsøkin man eisini vera, at fólk í eini krepputíð eru varin varin at keypa stórt. Tí er eftirspurningurin í Týsklandi lágur.
Samanumtikið
At enda sigur The Economist í eini oddagrein: "The story from Germany is about to become surprisingly good", (søgan úr Týsklandi kann gerast óvæntað góð), men leggur so aftrat, at tað krevur, at politikkararnir ikki spilla spælið aftaná næsta val.