Partabrøvini í Føroya Banka eru fallin munandi í virði í morgun Stórt fall hevur verið á virðisbrævamarknaðinum OMX í Reykjavík fyrrapartin, skrivar Morgunblaðið.
Sambært blaðnum eru tað serliga fíggingarfyritøkur, sum hava kent sviðan av fallinum. Ein teirra er Føroya Banki, hvørs partabrøv eru fallin 4,02 prosent í virði fyrrapartin.
Tað er ikki bara á marknaðinum í Íslandi, at virðisbrøv fella í virði. Tað sama er galdandi í hinum Norðurlondunum.