Stórt kæti á B68

Vodafonedeildin: B36 spælararnir vóru sum slignir á nevið, tá ið tað endaði 2-2 á Svangaskarði, har gestirnir eina løtu vóru frammanfyri við tveimum málum. Úrslitið var javnleikur 2-2, men tað var týðuligt, hvørjir vóru nøgdir, og hvørjir vóru minni nøgdir, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð í uppgerðini millum B68 og B36.

Toppliðið B36 var frammanfyri 2-0 við málum, sum Jákup á Borg og Klæmint Matras skoraðu í 1. hálvleiki, og eina góða løtu eftir steðgin bendi einki á, at heimaliðið fór at koma aftur í aftur.

Men so var tað, at B68 fekk brotsspark, sum Andre Olsen umsetti til mál. Tað setti eld í B68, og tað eydnaðist at javna til 2-2 við fínum frísparksmálið hjá miðvallaranum Jónleifi Højgaard.

Dygst undan útjavnandi málinum sá Klæmint Matras hjá B36 gula kortið fyri aðru ferð, og harvið varð hann vístur av vølli.

 

B68-B36 2-2 (0-2)

0-1: Jákup á Borg 4.

0-2: Klæmint Matras 44.

1-2: André Olsen br 66.

2-2: Jónleif Højgaard 89.

Dómari: Dagfinn Forná

B68: Tórður Thomsen - Jóhan Petur Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Ndende, Niclas Joensen - Jónleif Højgaard, Remi Langgaard (Stig-Roar Søbstad, 52.), André Olsen, Dion Splidt Jacobsen (Kristian Anton Andreasen, 69.) - Camara, Óli Olsen (Oddur Højgaard, 59.)

Gult kort: Jóhan Dávur Højgaard, Jónleif Højgaard

B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Odmar Færø, Jonas Rasmussen, Símun Joensen - Heini í Skorini (Súni Olsen, 86.), Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen, John Hansen - Jákup á Borg (Kenneth Jacobsen, 68.), Lukasz Cieslewicz

Gult kort: Meinhard Joensen, Klæmint Matras

Reytt kort: Klæmint Matras (2 gul) 89.

---

85 min.

2-2

B68 hevur rættuliga fingið fatur á rætta endanum, og tað er dramatikkur á Svangaskarði.

Klæmint Matras hjá B36 sá gult fyri aðru ferð, og varð harvið vístur av vøllinum. Jónleif Højgaard royndi at senda frísparkið beinleiðis ímóti málinum hjá B36, og tað eydnaðist við rimmar skoti at seta bóltin í málið aftanfyri Meinhard Joensen!

 

80 min.

1-2

B68 hevur sett B36 undir trýst, og Camara hevur havt fína roynd ímóti málinum, sum Meinhard Joensen bjargaði. Lukasz Cieslewicz hjá B36 er sera vandamikil, tá ið B36 fer í skjót mótálop.

 

 

70 min.

1-2

Spenningur er komin í aftur á Svangaskarði. Miðvallarin Andre Olsen hevur við brotssparki minkað um munin, so hann nú er 2-1.

Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Meinhard Joensen, B36 málverjin, feldi nýliga innskifta Kristian Anton Andreasen.

Eitt sindur av fjáltri er á B36, sum hevur sett Kenneth Jacobsen á vøllin í staðin fyri Jákup á Borg.

 

45 min.

0-2

Dygst undan steðginum tvífaldaði B36 um leiðsluna. Róaldur Jacobsen sendi fríspark innfyri úr vinstru. Støðan kendist ikki serliga vandamikil, men bólturin endaði í málinum aftanfyri Tórð Thomsen. B36 liðformaðurin Klæmint Matras stýri bóltin í málið.

 

 

30 min.

0-1

Í fínu fótbóltslíkindunum á Svangaskarði er heimaliðið farið at kvaklast við, og í tveimum førum hava teir við stuttum millumbili verið tætt við, men støðan er framvegis 1-0 til B36.

 

 

5 min.

0-1: Jákup á Borg 4.

Eftir uppspæl frá Lukasz Cieslewicz í vinstru varð Jákup á Borg leysur, og í tveimum umførum eydnaðist tað honum at fáa bóltin inn um Tórð Thomsen.

 

B68-B36 kl. 18.30

Dómari: Dagfinn Forná

B68: Tórður Thomsen - Jóhan Petur Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Ndende, Niclas Joensen - Jónleif Højgaard, Remi Langgaard, Andre Olsen, Dion Splidt Jacobsen - Camara, Óli Olsen

B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Odmar Færø, Jonas Rasmussen, Símun Joensen - Heini í Skorini, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen, John Hansen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz