Stórt leitiarbeiði gav úrslit

Ikki varð leitað longi áðrenn froskmenn frá Tórshavnar Froskmannafelag funnu eitt lík og ein bil á Havnarvág leygarmorgunin. Eitt stórt kavaralið, sum taldi 48 kavarar var við í leitingini, sum fevndi um eitt sera stórt øki

Um ellivutíðina leygarmorgunin funnu kavarar eitt lík á Havnarvág. Líkið er ikki eyðmerkt enn, men tær kanningarnar verða gjørdar í hesi vikuni. Nakað seinni leygardagin varð so ein bilur funnin, og tað var bilurin hjá tí 54 ára gamla Jens Katrna Justinussen, sum hevði verið horvin í meira enn eina viku. Nógv týðir tí upp á, at tað er Jens Kartni, men tað er sum sagt ikki endaliga staðfest enn.
Hósdagin var ein tíðndastubbi og um kvøldið ein lýsing um, at Tórshavnar Froskmannafelag fór at skipa fyri leiting eftir manninum á sjónum. Undirtøkan var ovurhondsstór. Heili 48 kavarar tóku lut í leitingini.

Stórt øki
? Vit hava fleiri ferðir boðað frá, at tá tann professionella orkan er uppbrúkt, so ber til at heita á okkum, sigur Heri Andreasen, formaður í Froskmannafelagnum. Hann er sjálvur bilsin av stóru undirtøkuni og heldur, at hetta enn einaferð staðfestir viljan hjá føroyingum at hjálpa, tá ið ástendur.
? Vit hava ongantíð roynt hetta áður, at samskipa eitt so stórt leitiarbeiði, sigur Heri.
Leitingin dekkaði eitt sera stórt øki. Velbastað, Gomlu Rætt, alla Havnina, Argir, Hvítanes, Hoyvík, Sund og allan Kaldbaksfjørð.
Heri sigur, at tá kavararnir hittust leygarmorgunin, vistu teir bara, at maðurin seinast var sæddur í Leirvík, og tískil hildu nógvir, at tað átti at verðið leitað aðrastaðni enn í Havn og har um leiðir.
Men Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, kom í hølini leygarmorgunin og greiddu kavarunum frá.
? Tá høvdu kreftirnar líka sum hug at savnast aðrastaðni, men tá Jón so hevði greitt frá, at ein granni hevði sæð mannin í Havn fyri stuttum, so hevði man eina støð at ganga útfrá, greiðir Heri frá.

Funnin
Tað gekk ikki long tíð, inntil eitt lík varð funnið. Knappan tíma eftir at kavararnir fóru úr hølunum í Tórsgøtu 5, funnu teir eitt lík á Havnarvág. Men ikki var staðfest, um tað var Jens Kartni Justinussen, so allir hinir kavararnir hildu áfram og gjørdu sítt arbeiði liðugt.
Síðani savnaðust allir kavararnir við Bursatanga og so varð farið niður aftur at leita eftir bilinum.
18 kavarar fóru niður og gjørdu eina ketu fyri at betur kunna fínkemba botnin. Teir hildu allir í einum enda og so hvørt sum teir funnu onkran lut, sum kundi vera týdningarmikil fyri kanningarnar, fóru teir upp við honum.
Hendan ketan rakk frá rampanum hjá Norrønu og yvir til Skipafelagið. Og har ímillum varð so bilurin funnin.

Professionelt
Heri Andreasen letur væl at arbeiðinum og sigur, at tað var serliga professionelt. Her hugsar hann serliga um, at Jón Klein Olsen kom í hølini hjá felagnum eftir, at alt var yvirstaðið og hevði eina sálarliga eftirmeting.
? Her var talan um eitt sterkt upplivilsi, sum okkara kavarar ikki eru vanir við, so tað var gott at fáa eina slíka eftirmeting, og tað haldi eg, var serstakliga professionelt, sigur Heri Andreasen, formaður í Tórshavnar Froskmannafelag.
Bæði bilur og lík verða kannað í hesu vikuni fyri at møguliga kunna staðfesta, hvat er hent og at eyðmerkja líkið.