Stórur B68-dagur á Toftum

Í morgin - leygardagin 25 juni - verður tann árligi B68-dagurin á Svangaskarði við nógvum kappingum, framførslum og tiltøkum av ymiskum slagi.

Millum klokkan 9 og 12 verða kappingar í yngri deildum, bæði undir skúlaaldur, pinkur, pinkulingar og smápiltar. Børnini fáa frukt at eta og vatn at drekka.

Klokkan 11 verður høvi at royna hoppiborgir, og her fæst armband fyri 100 krónur. Kaffisøla, køkur, pylsur, chips og annað verður eisini at fáa í B68-húsinum frá klokkan 11. Køkutombola byrjar klokkan 13.

B68 og KÍ2, 2. deild, menn, fara at spæla dyst klokkan 13, og millum klokkan 15 og 15.30 verður upphiting til heilsurenning, sum Bill og vodafonliðið skipa fyri. Klokkan 15.30 byrjar so heilsurenning fyri øll - ung sum gomul, og hetta tiltak er ókeypis.

Trøllapætur og Omman vitja á Svangaskarði klokkan 16.30, men longu áðrenn tey koma - ella klokkan 16 - kunnu fólk keypa sær B68-búffar við chips og sós, og drekkandi verður sodavatn ella vín. Her er kostnaðurin 150 krónur.

Klokkan 17 verður mótasýning við Insito og Hjá Sannu, og um viðrar verður mótasýningin uttandura.

Gullliðið hjá B68 og veteranlandsliðið leika dyst á grasvøllinum klokkan 18, og hesin dysturin er ókeypis.

Stóri B68-dagurin endar við dansi í B68-húsinum leygarkvøldið á midnátt, har bólkurin X-Rays spælir.