Stórur dagur á Nesi

Í dag var stór móttøka í Mikkjals Smiðju á Trøllanesi, har umboð fyri Innlendismálaráðið, Uttarríkisráðið, Útoyggjafelagið, ferðavinnuna, Klaksvíkar kommunu o. o. vóru til staðar.

Fyrst varð boðið inn í gamla skúlan í bygdini, sum er settur í sera snotiligan stand av m. a. Mikkjal Joensen, har boðið varð til ein betri bita. Síðani gekk leiðin yvir í smiðjuna, har borgarstjórin Gunvá við Keldu, helt røðu. Síðani Hilmar Høgenni vegna Innlendismálaráðið og Olga vegna Útoyggjafelagið og Economusée-verkætlanina. John Eysturoy hevði eina stutta røðu um ferð, hann hevði gjørt í sambandi við hesa verkætlanina, har hann hevði nógv rósandi orð at bera Mikkjal Joensen, sum ein serligan hegnismann.

Smiðjan er partur av Economusée og er við hesum liður í evropeiskum og kanadiskum netverki, sum skal marknaðarføra og halda lív í siðbundnum handverki.

Stuðlað hesi verkætlan, hava Northern Periphery Prorgamme, NORA, Vinnuframagrunnurin, Mentamálaráðið, VisitFaroeIsland, og Klaksvíkar kommuna.

Mikkjals Smiðja er umbygd og er nú fyrsta byggistig liðugt. Næsta byggistig fevnir um útbygging suðureftir, og har skal m.a. vera sølubúð, framsýning, cafe og umstøður at hava frálæru.

Mikkjal er sjálvlærdur smiður og hevur fyri tað mesta arbeitt við umvælingum. Mikkjal hevur smíðað fleiri portur, jarn- og trappuverk, kirkjuspír o.a. Hann framleiðir eisini smærri lutir úr jarni, eitt nú ljósastakar, knakar o.a.

Málið er, at smiðjan skal menna førleikar, sum í dag eru horvnir ella eru við at detta burtur. Høvi skal vera hjá ungdómi, og øðrum, ið hava áhuga við jarnsmíð, at síggja hvussu jarnsmíð fór fram, áðrenn tað bleiv mekaniserað.

Í smiðjuni hjá Mikkjali er essa ella opin eldur og tey amboð, ið eru knýtt at jarnsmíði í essu. Tó hevur smiðjan øll avnlig nýmotans tól, sum hoyra til eina smiðju.

Economusée-konseptið er býtt upp í 6 lutir:

1. Móttøka, har handverkarin tekur ímóti, og gestirnir verða bodnir væl komnir

2. Verkstova, í hesum føri smiðjan, har framferðarháttur og handverk verður víst í verki.

3. Framsýning, sum vísir søguna og tøknina aftan fyri handverkið, í mynd og teksti.

4. Nýmótans sniðgeving og ung list (innovatión)

5. Dokumentatión, har høvi er at lesa og seta seg meira inn í evnið

6. Handil, har tað er gjørligt at keypa siðbundna og nýmótans vørur, framleiddar á verkstaðnum. (møguliga cafe)

Eingin ivi er um, at smiðjan verður eitt spennandi ferðamál hjá gestum úr Føroyum og uttanlands frá eisini.

Orð og myndir: Dávur Winther