Føroyingar skulu hava rætt til at fara í hagan - uttan at gjalda fyri tað.
Tað halda næstan allir teir politisku flokkarnir, sum stilla upp til løgtingsvalið síðst í mánaðinum.
Á valfundi hjá KvF í Vágum í gjárkvøldið, var tað bara nýstovnaði Føroyaflokkurin, sum ikki treytaleyst heldur, at føroyingar skulu hava hendan rættin, tí tey halda, at tað skal standa til hvønn einstakan bónda at gera av, hvat hann tekur av pengum -ella ikki- frá fólki, sum vilja sleppa í hagan.
Men allir hinir flokkarnir halda, at føroyingar skulu hava rætt til at ferðast ókeypis í náttúruni.
Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, sigur, at rætturin at ganga í haganum er ein rættur, føroyingar alla tíðina hava havt, og hann skulu vit varðveita.
Tað er eisini eitt stórt mentanarligt virði í tí at sleppa í nátturuna og vit uppala okkara børn við náttúruni, sigur hann
Heðin Zachariasen úr Fólkaflokkinum heldur, at føroyingar skulu sleppa at ganga frítt í egnum landi, heilt úr fjøru niðan á fjallatind.
Hann heldur, at tað eru ikki føroyingar, sum eru trupulleikin, men hinvegin heldur hann, at tað er neyðugt at gera greiðar reglur fyri ferðafólk, sum koma til Føroyar.
Magni Arge úr Tjóðveldi heldur, at tað er púra burtur við at hava píkatráð og kassaaapparat ímillum føroyingar og nátturuna, tí føroyingar skulu sleppa at ferðast frítt í egnum landi - tó við við fyriliti við landbúnaðinum og náttúruni.
Oda Andreasen, Framsókn, er samd í, at vit skulu ferðast frítt í náttúruni - men hon heldur, at tað skal eisini vera galdandi fyri útlendingar.
Hinvegin heldur hon, at skilnaður skal vera ímillum privat fólk, sum fara í hagan, og ferðavinnu og ferðavinna eigur ikki at vera ókeypis.
Jákup Suni Lauritsen úr Miðflokkinum heldur eisini, at føroyingar skulu ikki gjalda.
– Tað er hopleyst at føroyingar skulu rinda fyri at fara í fjøllini, sigur hann.
Terji Vestergaard úr Sjálvstýri, sigur, at Sjálvstýri heldur seg til hvørsmansrættin, har føroyingar hava rættin til at ganga í haganum. Men fáa vit eina tænastu, skulu vit rinda fyri tað.