- Betri vin enn Victor eigur mál okkara neyvan, tá ið talan er um at geva tí bestu sømdir innan gátt Gudshúsa, skrivar ein, ið kallar seg X í blaðnum.
Greinin er skrivað í sambandi við nýggju sálmabókina “Songbók Guds fólks”, ið Victor Danielsen greiddi til prentingar og er endurgivin í bókini »Bíblian á føroyskum í hálva øld«.
Bókin hevur ikki færri 1125 sálmar, prentað hjá Fr. Bagges Kgl. Hofbogtrykkeri í Keypmannahavn. Útgivið hevur brøðrasamkoman í Føroyum á Nýggja Forlagnum. Blaðsíðurnar eru 611 í tali.
Megnarverk
Nógv mundu fegnast um útgávuna av hesi sálmabókini. Og X í Klaksvík er einki undantak:
- Við at blaða gjøgnum hesa bók, verð ur ein brátt varur við, at hetta er eitt stórarbeiði, ið Victor hevur latið úr hondum, og eiga landsmenn okkara at vera hon um takksamir fyri hetta megnarverk, ið hann hevur avrikað, skrivar hann.
Victor hevur enn einaferð, avrikað eitt slíkt megnararbeiði, at fólk, ið standa uttan fyri áður nevnda trúarfelag, duga at síggja, at føroyingar í honum eiga ein vegara, ið slóðað hevur rás fyri máli okkara á slíkan hátt, at tjóðin virðir hann sum ein av sínum trúgvu synum.
- Hann byrjaði, tá bert fáir neistar vóru eftir á grúgvuni, og fjøldin gekk við dumbu og royki í eygunum. Frægir hava óivað vakt hann til dáðar, teir, ið ikki eru meira, men hetta ættarliðið hevur notið gott av arbeiði hansara. Hann, ið tosar føroyskt mál, kennir Victor og virðir hann, leggur ónevndi klaksvíkingurin dent á.
Atsóknir
“Songbók Guds fólks” var bert ein liður í eini langari røð av týðingum, sum Victor Danielsen hevði megnað í lívi sínum. Høvuðsverk hansara var uttan iva tann fyrsta føroyska Bíblian, sum kom út í 1949.
Øll vóru ikki eins fegin um týðingina, og av hesum stóðst eitt rættiliga drúgt orðaskifti. Líkt er til, at hesin X heldur lítið um hetta orðaskiftið:
- Blástur og brim (heldur skvatl) hava staðið um tær umsetingar, ið Victor bar fram fyri almenningin, men atsóknirnar hava verið veikar sum aldur í støðuhyli.
- Kanska vóru atfinningarnar bornar av somu kensl um, ið kunnu valda monnum, ið fáast við talvleik, tá teir síggja, at teir eru ein, kanska fleiri leikir ov seinir?, spyr hann.
Hann heldur hinvegin, at sálmabók Victorsar kann verða fyridømi fyri aðrar, ið vilja gera eitt gott arbeiði á sama øki. Hann hevur brotið upp úr nýlendi, og er lættari hjá øðrum at koma afturum aftur.
- Tað grør í víngarðinum, men ikki allir, ið siga seg vera víngarðsmenn, eiga at sleppa í hann, um teir so eru klæddir til arbeiðið. Bert teir, ið veruliga hava alsk og vælmeint sinni til hetta arbeiði, skulu fáa loyvi at fara í hann fyri at lúka og seta út nýggjan vøkstur.
- Hinir gera svart eftir sær, og illgras og deyðasina skjýtst upp úr fótafarinum, skrivar X í Norðlýsinum.
Helmingurin úr enskum
Um helmingurin av øllum sálmunum eru úr enskum tungumáli, og úr donskum eru 235 sálmar, úr norskum 135 og svenskum 140.
Upprunaligir føroyskir eru um 140 sálmar. Av teimum hevur Óli Reinert yrkt 52, Jákup Olsen 15, Petur Háberg 6 og Victor sjálvur 27.
Av teimum 988 sálmunum, ið eru umsettir, hevur Victor umsett um 870 og Jákup Olsen gott 70. Av útlendskum skaldum kunnu vit nevna: Fanny Crosby (amerikukvinna) 37 sálmar, Lina Sandell (svensk prestadóttir) 33, Horatius Bonar (skoti) 14, Philip Bliss (amerikumaður) 18, Daniel W. Whittle (amerikumaður) 13, A. B. Simpson (amerikumaður) 7, Isaac Watts (breti) 9, Frances R. Havergal (breti) 7, Paul Gerhardt (týskari) 2, Abraham Grimstvedt (norðmaður) 16 og Joël Blomquist (svii) 5. Av teimum kendu donsku sálmaskaldunum er Thomas Kingo umboðaður við 3 sálmum, B. S. Ingemann við 4 og H. A. Brorson við 5.
- Hetta eru nøkur dømi um, hvussu fjølbroytt skaldini eru, og við hegni eru tey umsett til føroyskt mál, skrivar omanfyrinevndi X í Norðlýsinum.
Av teimum 1125 sálmunum, sum í bókini eru, kann tað ikki við vissu sigast, hvør hevur yrkt 246 av teimum. Restina, 879 sálmar, hava 411 ymisk skald yrkt.
Greinar um Victor Danielsen á www.sosialurin.fo undir Vikuskiftið:
Bókmentalig avrik
Bíbliutýðarin fær sína standmynd
Stórverk við 1125 sálmum
Victor vildi vera millum fólkið
Heiða Victor við standmynd
Árstøl hjá Victor Danielsen
Eitt sendiboð til smáplássini
Orðið heldur mær á lívi
At njóta signingar úr Bíbliuni
»Tað var har«
Um Victor Danielsen