Beinir Johannesen, løgmaður, hevur í morgun verið á fundi við Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini. Við á fundinum var eisini danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Ursula og Beinir hava avtalað at hittast oftari

Løgmaður nýtti fundin við Ursulu von der Leyen til enn einaferð at gera vart við føroyska ynskið um betri marknaðaratgongd til liðugt virkaðar fiskavørur. Málið varð ikki avgreitt, men ES-nevndarforkvinnan tekur tað við sær.

Beinir Johannesen, løgmaður, hevur í morgun verið á fundi við Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini. Við á fundinum var eisini danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Fyri løtu síðani kom Beinir Johannesen, løgmaður, av fundi í Nuuk við Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES nevndini, har eisini danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen var við.

 

Á fundinum førdi løgmaður fram føroyska ynskið um betri marknaðaratgongd til ES fyri liðugt virkaðar fiskavørur.

 

– Hetta var eitt høvi til at styrkja samstarvið og enn einaferð gera vart við trupulleikan, sum vit hava av, at vit ikki hava nóg góða marknaðaratgongd til liðugt virkaðar fiskavørur, sigur Beinir Johannesen.

 

Málið varð ikki avgreitt á fundinum, men løgmaður sigur, at tey umrøddu tað, og at fundurin var jaligur.

 

– ES er eitt sera stórt apparat, so eitt slíkt mál verður ikki avgreitt á einum fundi við forkvinnuna í ES-nevndini. Tað er nógv meira samansett enn so og skal ígjøgnum alla skipanina hjá ES. Tá tað snýr seg um marknaðaratgongd, skulu limalondini eisini semjast um, at hetta er rætt at gera, sigur hann.

 

Løgmaður hevur nú gjørt ovastu leiðsluni í ES vart við føroysku sjónarmiðini. Ursula von der Leyen tekur málið við sær, og tey bæði hava avtalað at hittast regluligari frameftir.

 

##med3##

 

Erasmus+ eisini umrøtt

 

Føroyar hava eisini onnur áhugamál í samstarvinum við ES. Eitt teirra er Erasmus+-skipanin.

 

– Við Erasmus+ kunnu lesandi í Føroyum taka partar av útbúgvingini á Setrinum í einum ES-landi, og lesandi úr ES-londum kunnu taka partar av síni útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya, sigur Beinir Johannesen.

 

##med2##

Vil hava størri uttanríkispolitiskar heimildir

 

Seinnapartin verður ríkisfundur í Nuuk. Har hittast Beinir Johannesen, grønlendski landsstýrisformaðurin Jens-Frederik Nielsen og danska forsætisráðfrúan Mette Frederiksen.

 

Hetta er fyrsti ríkisfundurin hjá Beini Johannesen sum løgmaður. Hann fer millum annað at leggja dent á føroyska ynskið um størri uttanríkispolitiskar heimildir.

 

– Tað góða er, at eg kann vísa á, at føroyska politiska skipanin stendur saman um hetta ynskið, samstundis sum nýggja danska stjórnin hevur tað við í stjórnargrundarlagnum, sigur løgmaður.

 

##med4##

 

Í morgin verður fundur í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum. Umframt løgmann eru landsstýrismenninir Aksel V. Johannesen og Bárður á Steig Nielsen við fyri Føroyar.

 

Beinir Johannesen, løgmaður, hevur í morgun verið á fundi við Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini. Við á fundinum var eisini danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix