Vøksturin í ferðafólkastreyminum um flogvøllin í Vágum stendur við. Higartil í ár hava 1.967 fleiri ferðast um vøllin enn um somu tíð í fjør. Vøksturin er 8,2 prosent. Tilsamans hava 25.922 fólk ferðast um vøllin í ár.
Vága Floghavn sigur, at framgongd er á øllum farleiðunum. Á Danmarkar-leiðunum er vøksturin 6 prosent, á Íslandsleiðini 21 prosent og á Noregsleiðini heili 50 prosent.
- Vága Floghavn fegnast um støðuga vøksturin, og vónar at hann heldur áfram, sigur stjórin, Jákup Sverri Kass, í tíðindaskrivi.
Út- og umbyggingin av Vága Floghavn byrjaði veruliga fyrst í januar mánað í ár, og arbeiðið gongur væl. Sum gongst nú, so fer tíðarætlanin at halda, sigur stjórin.
Hetta merkir at tænastubygningurin, ið skal nýtast til umsiting, goymslu, avgreiðslu og garasjur verður liðugur umleið januar 2014, og nýggja farstøðin verður helst liðug í seinasta lagi 1. mai 2014.