Danil Salkazanov er úr Ruslandi. Hann er úr einum landsluti, sum kallast Ozetia. Hann er júst farin aftur til Ozetia, eftir at hann hevur vitjað í Føroyum í nakrar dagar. Hann var í Frankaríki og vitjaði familju hjá sær, og á vegnum heim til Ruslands, kom hann ein túr til Føroya.
Danil er kommunulækni í Ozetia. Hann hevur altíð havt áhuga fyri landalæru, og hann las fyri langt síðani um hesar smáu oyggjarnar í Atlantshavinum. Tó var tað ikki nakað, sum serliga fangaði hansara áhuga. Men tá ið alnótin kom, var lættari at fáa kunnandi tilfar um smáar oyggjar, og tá fekk hann ein serligan áhuga fyri Føroyum.
Orð úttalast á sama hátt
- Eg hugdi at einum korti yvir tær 18 oyggjarnar í Føroyum, og eg beit beinanvegin merki í nøkur staðarnøvn. Í Ozetia hava vit eitt mál sjálvi, eins og tit hava. Tað líkist nógv rusiskum, og alfabetið er stórt sæð tað sama.
- Tá ið eg las Eysturoy, Mykines, Hestur, Skúvoy, Vágar og Suðuroy við enskum brillum og úttalaði orðini við tí enska alfabetinum, kendi eg orðini aftur. Vit hava orð, sum verða úttalað eins og hesi staðarnøvn. Hetta helt eg vera sera stuttligt, og tí fekk eg veruliga áhuga fyri Føroyum, sigur Danil.
Á ozetiskum merkir Eysturoy stórt. Vágar verður sagt um nakað, sum er enn størri og ógvusligari. Mykines sigur tú um okkurt, sum er lítið. Hestur verður sagt um ein mann, sum situr við endan av borðinum til eitt fínt borðhald. Skúvoy merkir Skál!. Suðuroy merkir at seta okkurt niður.
Hóast orðini ikki verða stavað á sama hátt, so verða tey úttalað líka.
Fyrsti ozeti í Føroyum
Danil skrivaði til Fróðskaparsetrið og spurdi um ferðastuðul til eina ferð til Føroya. Tað fekk hann so, og hann hevur skrivað ymsar greinar um føroyska náttúru og mentan, sum hann fer at leggja út á alnótina.
- Tað er sera torført at finna tilfar um Føroyar á alnótini. Eg eri stoltur av, at eg helst eri fyrsti ozeti, sum eri í Føroyum. Vónandi fara fleiri onnur eisini at ferðast hendanvegin, tá ið eg greiði teimum frá um tykkara vøkru náttúru og tey blíðu fólkini.
Danil letur sera væl at ferðini í Føroyum:
- Fòlk hava verið sera blíð við meg. Ein maður tók meg ein túr við bátinum hjá sær. Eftir hetta fóru vit til fótbóltsdyst, har ið vit sóu B36 og B68 spæla. Føroyingurin keypti mær atgongumerkið, og tað var eg sera bilsin av. Ikki tí at pengarnir hava so nógv at siga, men tað var sera kurteisligt og flott gjørt av honum, sigur Danil.
Hann letur væl at støðinum á føroyskum fótbólti:
- Eg havi ikki so stóran áhuga fyri fótbólti, men eg var ovfarin av, hvussu nógv teir stríddust. Eisini haldi eg, at teir eru tekniskt væl fyri. B36 vann dystin 3-1, men B68 kempaði til tað seinasta, og tað var stuttligt at síggja. Serliga landsliðsleikarin hjá B68 (Julian Johnson. Blaðm.) rann sólina svarta, sigur Danil.
Ozetar og føroyingar líkjast
Danil undrast á, at føroyingar hava so nógv til felags við Ozetar.
- Eg skilji, at fólk koma ikki hvørjum øðrum við í tykkara grannalondum á sama hátt sum her. Tað eru ikki so nógv fólk til brúðleyp og jarðarferðir í Danmark, meðan tað verður gjørt nógv burturúr tílíkum í Føroyum, og nógv fólk koma.
- Ozetia líkist akkurát Føroyum á tí økinum. Tað er ikki óvanligt, at 500-600 fólk koma til eitt brúdleyp. Øll tín familja og allir vinir og kenningar koma til stór tiltøk. Eisini eru ozetar sera gestablíðir, og tað verður gjørt nógv fyri, at ferðandi skulu kenna seg væl. Eg havi møtt akkurát tí sama gestablídnum í Føroyum, sigur Danil.
- Kanska er tað tí, at Ozetia og Føroyar eru lítil samfeløg. Í Ozetia búgva 900.000 fólk, og vit hava okkara egna mál og mentan.
Ætlar sær aftur til Føroya
Blíðskapurin er ikki tað einasta, ið føroyingar og ozetar hava til felags. Tann føroyska punktligheitin ella mangul uppá sama -, er eisini djúpt inngrógvin í ozetum.
- Eg skilji, at føroyingar altíð koma í minsta lagi 15 minuttir ov seint. Har eru ozetar eisini akkurát líka sum føroyingar. Vit taka tað, sum tað kemur seg, og koma altíð ov seint. Eingin øsir seg, um onkur møtir ov seint til ein fund til dømis. Men um tú kemur fimm minuttir ov seint til ein fund í Ruslandi, so kemur tú í trupulleikar. Rusland og Danmark líkjast nokkso nógv á tí økinum, sigur Danil flennandi.
Danil er nú farin aftur til Ozetia, har ið hann fer aftur til sítt dagliga yrki sum lækni. Hann ætlar tó at koma aftur til Føroya einaferð. Tá ætlar hann sær eisini at taka familju og vinir við.