Einki órógv av verkfallinum

Eingin fráboðan er komin til løgregluna í samband við, at treytirnar fyri sigling um Suðuroyarfjørð við størri akførum nú eru broyttar.

 

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í morgun hevur seinasta samdøgrið verið rættiliga friðarligt. Løgreglan hevur havt onkur persónsmál og onkur sosialmál at tikist við, men einki, sum hevur almennan áhuga.

 

Spurdur, um tað hevur verið nakað órógv, nú nýggjar treytir eru settar fyri flutningi av størri akførum um Suðuroyarfjørð í samband við verkfallið, sigur vaktleiðarin, at tey hava ongar fráboðanir hava fingið í hesum sambandi.

 

Tað eru bara Effostøðir í Suðuroy, sum enn selja brennievni til bilar. Tí hevur ávís ferðsla verið við Smyrli, har eitt nú bussar eru komnir norðaneftir og suður at bunkra, men hesum finna fakfeløgini seg ikki í longur.

 

Tískil kom Strandferðslan við einari fráboðan í nátt, har tey vísa á, at undantaksloyvið til fulla sigling við ferðafólki og akførum, ið Strandferðslan hevur frá arbeiðarafeløgunum í verkfalli, nú verður broytt.

 

- Tað merkir, at øll akfør longri enn sjey metrar, ið ferðast við Smyrli á Suðuroyarleiðini, skulu hava undantaksloyvi til hesa ferðing frá arbeiðarafeløgunum í verkfalli.

 

Í fráboðanini hjá Strandferðsluni í nátt varð lagt aftrat, at undantikin hesa áseting eru sjúkrabilar og neyðsynjarakfør, og broytingin fekk gildi á midnátt.

 

- Nei, vit hava ongar fráboðanir fingið um møguligt órógv í hesum sambandi, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í morgun.