Tíðindaskriv:
Fríggjakvøldið 1. august kl 20.00, verður ein innilig og serlig konsert í Virkinum á Sandi.
Tað verður Stanley Samuelsen, sum fer á pallin við sínum mongu sangskattum, at framføra fyri okkum.
Stanley fekk fyri trimum árum síðani, staðfest hervuligu sjúkuna Alzheimers sum ger, at hann ikki er serliga virkin á tónleika pallinum longur.
Men sangurin og tónleikurin er har enn, og vit eru sera fegin um at fáa hann til Sands at hava eina konsert fyri okkum.
Talan verður bert um ta einu konsertina, og einans 100 atgongumerkir verða seld.
So um tú vil verða við til hesa minnuligu løtuna, er at gera skjótt av. Sølan hevur gingið væl, og eru tað undir 20 atgongumerki eftir.
Tey fáast á atgongumerki.fo