Starmer: Bráðfeingis fund í ST um støðuna í Gaza

Saman við Fraklandi og Algeria kallar Bretland inn til bráðfeingis fund í ST-trygdarráðnum.

Keir Starmer hevur kallað inn til bráðfeingis fund í ST-trygdarráðnum um støðuna í Gazageiranum, sigur hann. - Mynd: Justin Tallis/Ritzau Scanpix

Bretland og Frakland hava kallað inn til bráðfeingis fund í ST-trygdarráðnum at viðgera menniskjansligu støðuna í Gazageiranum.

Tað sigur forsætisráðharrin í Bretlandi, Keir Starmer, undir fyrispurningunum til forsætisráðharran í tjóðartinginum í dag.

- Tað er ein bráðneyðugur tørvur - og tað hevur verið í sera langa tíð - at fáa meira hjálp inn í Gaza.

- Ísrael eigur at taka øll stig til at sleppa undan sivilum fólkaskaða, loyva hjálp í Gaza í nógv størri mun og loyva humaniteru samstarvsfeløgunum hjá ST at virka til fulnar í økinum, sigur Starmer.

Algeria er eisini partur í áheitanini um bráðfeingis fund, sigur bretski uttanríkisráðharrin, David Lammy.

Starmer segði ikki, nær fundurin skuldi vera.

Bretland umhugsar eisini at revsa tveir ísraelskar ráðharrar, sigur hann.

Talan er um ísraelska fíggjarmálaráðharran, Bezalel Smotrich, og tjóðartrygdarráðharran, Itamar Ben-Gvir. Orsøkin til møguligu revsitiltøkini eru teirra útsagnir í sambandi við stríðið.

Fyrrverandi uttanríkisráðharrin, David Cameron, umhugsaði eftir øllum at døma eisini at teir báðar, áðrenn táverandi stjórnarflokkurin Konservativi tapti valið í juni.

Smotrich skal hava sagt, at tað kann vera rættvísgjørt at svølta sivilfólk í Gaza. Ben-Gvir skal hava sagt, at tey, sum hava framt harðskap móti niðursetufólkum í Gaza, eru hetjur.

Spurdur um hesar viðmerkingar, segði Starmer, at tær vóru "andstyggiligar" og at stjórnin "fer at kanna tað".

Fyrr í oktober kom fram, at matvøruútboðið í Gaza er minkað nógv seinastu vikurnar, eftir at ísraelskir myndugleikar settu nýggja tollreglu í gildi.

USA hevur eisini upplýst, at menniskjalig viðurskifti skulu betrast.

ST-stovnurin fyri palestinsk flóttafólk í Miðeystri, UNRWA, segði mikudagin, at hann er nær við at koma hartil, at tað má røkka ella støkka viðvíkjandi virkseminum í Gazageiranum orsakað av alsamt fløktari umstøðum í økinum.

- Eg fari ikki at dylja, at vit kanska koma hartil, at vit ikki longur sleppa at gera okkara arbeiði, sigur leiðarin í UNRWA, Philippe Lazzarini, við tíðindafólk á tíðindafundi í Berlin.

UNRWA hjálpir milliónum av palestinarum í Gaza, Vestara Áarbakka, Jordan, Libanon og Sýria.

 

/ritzau/Reuter/

 

 

Keir Starmer hevur kallað inn til bráðfeingis fund í ST-trygdarráðnum um støðuna í Gazageiranum, sigur hann. - Mynd: Justin Tallis/Ritzau Scanpix