Starvið spennir víða ­ frá størstu gleði til djúpastu sorg

­ Sum prestur sleppi eg at vera við í stóru gleðini, bæði tá fólk verða gift og tá ið tey fáa børn, men eg eri eisini saman við teimum í svárastu løtunum, tá sjúka og sorg rakar, sigur Sonja Klein

Hóast Sonja Klein ikki hevði beinleiðis ætlanir um at lesa teologi, tá hon sum ung genta fór niður til Danmarkar at ganga á studentaskúla, so var tað kortini skúlatíðin og umhvørvið millum ungfólkið í Høng, sum óbeinleiðis varð orsøk til, at hon valdi at lesa til prest.

­ Á Høng upplivdi eg, at tað andaliga, sum var ein sjálvfylgja í tí føroyska samfelagnum, als ikki hevði nakran týdning millum tey ungu, sum eg gekk í skúla saman við. Á ein ella annan hátt provokeraði hetta meg, tí fyri mær var lívið so nógv størri og meir, enn alt tað ítøkiliga, sum bara sæst uttaná, sigur 48 ára gamla Sonja Klein.

Hon er uppald í einum vanligum kristiligum heimi, og hevur altíð gingið í kirkju.

Tá hon tók embætisprógv í 1980, átti hon næsta barnið bert 10 dagar seinni, og gekk heima hjá børnunum í hálvt ár. Tá ið farloyvistíðin var av, fekk hon starv sum háskúlalærarií í Haslev, har hon undirvísti í kristindómi.

Í 1987 flutti hon heim til Føroya við familjuni.

Starvaðist sum blaðkvinna í fýra ár

Prestastarv var einki at søkja tá, og fyrstu tvey árini var hon vikarur á háskúlanum. Síðani fór hon á Dimmalætting at arbeiða sum blaðkvinna, og var har í fyra ár, áðrenn hon fór at virka sum prestur..

­ Tað var als ikki so burturvið at arbeiða sum blaðfólk. Í hesum arbeiði er neyðugt at seta seg væl inn í ymisk viðurskifti og eisini samfelagsviðurskiftini, og harafturat so lærdi eg eisini at arbeiða skjótt. Alt hetta havi eg havt stóra gleði av í prestastarvinum.

­ Hóast mær dámdi ógvuliga væl at arbeiða sum blaðfólk, so visti eg altíð, at tað var prestur eg vildi vera, og kenni tað eisini, sum eri komin á røttu hill. Eg eri ómetaliga glað fyri arbeiðið hjá mær, sigur hon.

­ Prestastarvið er ógvuliga spennandi, tí tað spennir so víða, - frá størstu gleði til djúpastu sorg, sigur Sonja Klein.


Er við í gleði og sorg

­ Sum prestur sleppur tú líkasum at vera við í teimum stóru hendingunum hjá fólki. Sum prestur sleppi eg at vera við í stóru gleðini, bæði tá ið fólk verða gift og tá ið tey fáa børn, men eg eri eisini saman við teimum í svárastu løtununum, tá ið tað er sjúka og sorgin, sum rakar. Tó alla staðni, har eg fari, er tað eisini týdningarmikið at fáa fram, at eg komi ikki bara við mínum egna ella mínum egnu lívsáskoðanum, men at eg havi Guds orð við mær til teirra.

Sonja Klein leggur stóran dent á at hava gott samband við sóknarbørn síni, og í sambandi við barnadóp fer hon altíð heim at vitja. Tá ið fólk ætla at giftast tosar hon eisini altíð við brúðarparið, fer í kirkjuna saman við teimum áðrenn vígsluna o.s.fr. Allastaðni har eg vitji, verði eg sera væl móttikin.

­ Tá ið fólk hava gjørt av at giftast, fari eg altíð at tosa við tey, og vit tosa m.a. um hvat hjúnarbandið inniber.

­ Eg veit væl, at nógv halda brúdleyp í kirkju vera sum ein sjónleik, har brúðarparið eru høvuðsleikarar, meðan presturin er statistur í hesum leikinum.

­ Tað er ikki mín uppgáva at tulka ætlaninar hjá fólki, men prestsins uppgáva er á ein trúverdigan hátt at geva teimum Guds orð og signing við á leiðini frameftir. Sum lívið er háttað, er eingin ivi í, at tey fáa brúk fyri hesum.


Guðs skapanarverk

­ Eg plagi at minna brúðarparið á, at tey eru Guds skapanarverk, og tí eru tey nakað heilt serligt. Tí skulu tey ikki, tá ið gerandisdagurin kemur, fara at royna at broyta tann persónin, sum tey eru vorðin góð við, og sum tey vilja liva lívið saman við. Heldur skulu tey góðtaka sereyðkennini hjá hvørjum øðrum, tí tað júst vóru tey, sum fingu tey at falla fyri hvørjum øðrum.

­ Prestsins uppgáva er at byggja upp, - og ikki at fordøma, sigur Sonja Klein, og nevnir eina aðra uppgávu hjá presti, sum er sera hugalig.

­Tað at fáa eitt barn er størsta upplivingin í lívinum. Og tað er ein sera stór gleði fyri meg at verða tikin við inn í hesa upplivingina og gleðina, við tað at eg sleppi at doypa barnið.

­ Vit bera barnið til dópin, tí vit mugu ásanna at verðin er ónd, og tí lata vit barnið í Guds hond. Hetta er heldur ikki nakað, sum vit sjálvi hava funnið uppá, men Jesus hevur fortalt okkum, at soleiðis skulu vit gera.

­Tá ið foreldur bera barn sítt til dópin, so er tað tí, at tey veruliga ynskja at geva tí alt tað besta, sum tey yvirhøvur kunnu. Í kærleikanum vilja tey gera alt fyri barnið, samstundis sum tey vita, at tey bara eru vanlig menniskju, og at kærleiki teirra, so stórur hann enn er, kortini ikki røkkur til.


Guð tekur yvir har

vit ikki røkka

­Tí geva tey barn sítt í Guds varðveitslu, fyri at Hann skal umfevna tað við sínum kærleika, og leiða tað víðari, tá menniskjansligi kærleikin ikki røkkur.

­ Hvussu álvarsliga meta ung foreldur um dópin?

­ Eg haldi ikki, at fólk bara lata børn síni doypa, tí tað er siðvenja í familjuni. Eg ivist ikki í, at tá ið ung fólk fáa eitt barn, taka tey hesa ábyrgdina í álvara og vilja bara gera alt tað besta, sum tey kunnu fyri barnið, og tí bera tey tað fram fyri Gudi í dópinum.

­ Sjálvandi eru umstøðurnar og møguleikarnir ymiskir, og tí skulu vit, sum eru eldri stuðla teimum ungu foreldrunum, at tey kunnu hava eina rímiliga tilveru í gerandislívi teirra. Tað er okkara uppgáva, sigur Sonja Klein.

Í hesum døgum eru konfirmantarnir farnir at ganga til prest, og Sonju Klein dámar ógvuliga væl at undirvísa konfirmantum.

­ Eg haldi, at tey eru í einum øgiligum fittum og spennandi aldri. Samstundis er hetta eisini ein trupul aldur hjá teimum, har tey hvørki eru børn ella vaksin. Tí hevur tað stóran tydning, at tey fáa eina góða og positiva tíð, meðan tey ganga til prest. Sum prestar eiga vit altíð at hugsa um at fáa tað besta fram í teimum. ­ Um konfirmatiónina siga vit, at tey ungu skulu játta dópin, sum tey vóru doypt við, meðan tey vóru lítil, men henda játtanin er dupul, tí tey verða eisini sjálvi játtað í, at tey eru elskaði bæði himli og á jørð.

­ Í kirkjuni verða tey játtað í, at Gud elskar tey júst, sum tey eru,og tá ið tey koma heim og hátíðarhalda dagin og fáa og gávur, verða tey játtað í, at tey so sanniliga eru verd at vera góð við.

­ Tað er eisini av stórum týdningi, at tey ungu fáa eina góða barlast við sær út í lívið. Nógv tilboð eru til tey ungu av øllum møguligum slag eisini innan trúarøkið. Tá er gott at hava eitt fast haldipunkt, sum gevur samanhang og meining í lívinum, og so standa tey eisini sterkari, sigur Sonja Klein.


Eg kann ikki taka sorgina frá fólki

­ Tú skalt eisini ugga í sorg. Hvussu megnar tú prestastarvið, tá óskiljandi vanlukkur raka fólk?

­ Tá sorgin rakar, stendur tú sum øll onnur púra ber, men tá ið eg komi út sum prestur, havi eg meira enn mínar egnu meingar við til tey avvarandi. Her kunnu vit aftur taka fram ta dópsmyndina, sum eg nevndi í áðni - at Gud tekur yvir, har vit menniskju ikki røkka.

­ Tað hevur stóran týdning at vera saman við teimum sorgarbundnu bæði sum prestur og sum menniskja, tosa við tey, lurta og ikki koma við nøkrum loysnum, tí tað eru ongar loysnir.

­ Vit eru so hjálparleys, tá ið sorgin rakar, og vit kunnu ikki gera nakrar broytingar í tí, sum er hent, men við at tosa við tey, lurta og við at koma við einum Guds orði kann presturin vera teimum ein stuðul. Hann kann ikki taka sorgina burtur ella broyta nakað, men hann kann vera við til at geva teimum ta vónina, sum gleðiboðskapurin boðar okkum, og sum gongur longur enn til hetta lívið.


Prestur grætur ikki

á kórsgáttini

­ Hvussu ávirkar sorgin prestin?

­ Sorgin og neyðin hjá øðrum menniskjum ávirkar altíð. Sjálvandi ber tað ikki til, at presturin stendur á kórsgáttini og grætur, tá ið hann skal prædika yvir tann deyða. Tað eru tey ið hava mist, sum syrgja og gráta, og hesa sorgina kann presturin ikki fara at taka frá teimum. Uppgávan hjá honum er júst at vera til uggan og stuðul. Á ein ella annan hátt er tað soleiðis, at tá ið tú stendur í hesi støðuni, so fært tú ta styrkina, sum skal til, hóast tað við hvørt kann vera ógvuliga syrgiligt.


Kvinnur og menn skulu brúka sínar gávur

Spurd um tað er munur á kvinnuligum og mannligum prestum, so heldur Sonja Klein at bæði kynini supplera væl hvønn annan, og at kvinnu- og manniligir prestar kunnu stuðla væl hvør øðrum.

­ Tað verður sagt um konufólk, at tey eins og hava eina innbygda trongd til umsorgan, sum ger tað meira náttúrligt hjá kvinnum at tosa um kensluborin mál, meðan maðurin er meira við tí innbygda autoritetinum, sum tosar álvarsliga við fólk. Í mínari verð hevur hetta tó líka so nógv við tann einstaka persónin at gera, sum tað hevur við kynini at gera.

­ Veruleikin er nú eina ferð tann, at Gud hevur skapt okkum sum mann og kvinnu, og sjálvandi er brúk fyri báðum kynunum í arbeiði hansara her á jørðini. Hann hevur givið okkum øllum gávur, og hesar skulu vit brúka, bæði menn og kvinnur.

­ Tulka menn og kvinnur bíbliuna á sama hátt?

­ Ongin munur er á, hvussu mannligir og kvinnuligir prestar tulka bíbliuna, men vit kunnu hava eina ymiska tilgongd til ein tekst, orsaka av at vit hava ymiska bakgrund og ymiskar lívsroyndir, men tað nytist ikki at hava nakað við kynið sum so at gera.

­ Í summum førum hava menn og kvinnur ivaleyst ymiska fatan ella brúka ymsiskar royndir í lívinum, tá ið tey skulu tulka ein tekst. T.d. havi eg ongantíð verið til skips, tí kann eg heldur ikki brúka dømi úr sjólívium í eini prædiku, í øllum førum er tað ikki nakað, sum eg sjálv havi upplivað.


Kennir myndina aftur

­ Hinvegin tá ið Jesus lýsir viðurskiftini millum Gud og menniskju við myndum av kvinnuni, sum skal eiga barn, so kenni eg, at skilji hesa myndina hjá honum.

­ Jesus sigur frá kvinnuni, sum skal føða barnið. Hon stúrir fyri pínuni, áðrenn barnið er føtt, men tá ið hon hevur átt, gloymir hon pínuna í ovurstóru gleði síni yvir barnið.

­ Slíka mynd havi eg sum kvinna lætt við at skilja, tí eg havi roynt tað sjálv. Kanska kann eg eisini taka kirkjuliðið við mær inn á føðistovuna, og fáa tey at uppliva hesa gleðina, og harvið fáa eina mynd av viðurskiftunum millum Gud og menniskju upp á ein góðan máta.

­ Og kortini, kanska er hesin munurin við at vera burtur eisini. Í dag eru menninir hjástaddir á føðistovuni, tá ið konan skal eiga, tí skilja menn eisini dýpdina í hesi myndini og duga líka so væl at liva seg inn í hesa myndina sum konur gera tað.


Ikki seta kvinnur og menn í hvør sin bás

­ Nei, eg haldi ikki, at vit kunnu seta kvinnur og menn í hvør sín bás, soleiðis at mannligir prestar gera meira við tað fakliga innan prestaøkið, meðan kvinnurnar taka sær meira av tí umsorganarliga. Kvinnur gera líka so nógv við tað fakliga, eins og menn hava meira og meira tey bleytu virðini við í teirra arbeiði. Vit tulka út frá okkara egnu royndum og lívsfatan, soleiðis at tað kann verða til gleði og gagn fyri øll, sum skulu hava við prestin at gera.

Vit hava tosað leingi, og hava verið víða um í arbeiðsdegnum hjá presti og skilja, at hetta er ikki eitt átta til fyra starv, sum verður lagt til viks, tá ið arbeiðstíðin er av.


Maðurin er prestasonur

­ Hvussu fært tú íblástur til arbeiði títt, og hvussu verður tú, sum skalt stuðla onnur styrkt í at halda fram í tínum arbeiði?

­ Tað hevur stóran týdning fyri meg at fylgja væl við í tí, sum fer fram í samfelagnum, t.d. í fjølmiðlunum. Eg síggi øll tey føroysku bløðini, og royni eftir førimuni at lesa tey. ­ Harafturat haldi eg eisini Kristeligt Dagblad, so eg kann fylgja við, hvat gongur fyri seg bæði í samfelagnum og á kirkjuliga økinum í Danmark. Mær dámar sera væl at lesa fagrar bókmentir, og tann vegin ber eisini til at fáa íblástur til arbeiðið.

­ Nú stendur tað beinleiðis í prestalyftinum, at vit í eisini fakliga skulu útbúgva okkum alla tíðina, og tað royni eg so at gera á ymiskan hátt við lesnaði, skeiðum o.s.fr.

­ Harafturat havi eg góða hjálp í familjuni hjá mær. Maður mín er prestasonur og hevur kanska av tí orsøk størri møguleikar at skilja arbeiði mítt.

­ Eitt nú er hann altíð við mær í kirkju, og hann stuðlar meg, eins og mamman stuðlaði pápa hansara.

­ Tað er kanska teirra fyrimynd, sum gongur aftur hjá okkum, hóast leiklutir okkara eru øvugtir av tí, sum var í hansara barnaheimi. At familjan skilir og hevur áhuga fyri arbeiðnum hjá mær, er ein stórur fyrimunur fyri meg, sigur Sonja Klein.