25 ár eru liðin, síðani Býlingshúsið varð tikið í nýtslu. Eisini varð hátíðarhildið, at tvey starvsfólk hava starvast hjá Tórshavnar kommunu í 25 ár og 30 ár.
Hetta skrivar torshavn.fo.
Her er brot úr røðu, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt á hátíðarhaldinum:
"Stig varð tikið til býlingin Inni á Gøtu fyrst í hálvfemsunum. Nøkur ár seinni fingu tit ein dagstovn.
Býlingshúsið fekk um endan av farnu øld. Tað varð tikið í nýtslu 9.mai 1999. Tað er ein kvart øld síðani, ella 25 ár.
Tá vóru tvær barnagarðsstovur. Og í dag eru so eisini tvær vøggustovur her á stovninum.
Býlingurin Inni á Gøtu er nógv vaksin. Og fleiri ættarlið av ungum borgarum í Tórshavnar kommunu hava havt gleði av tykkum í Býlingshúsinum. Í dag eru umleið 60 børn á stovninum.
Eg veit, at tit gera nógv fyri børnini – bæði innandura og uttandura.
Tit fara eisini túrar við teimum, til ítróttardagar, á søvn, - og tað er ikki so langt síðani, at nøkur tykkara vóru og vitjaðu okkum í býráðssalinum. Og hvør veit, kanska verður tað arbeiðsplássið hjá onkrum av tykkum børnum seinni.
Men ein stovnur er onki uttan starvsfólk.
Í dag hátíðarhalda vit, at Helga Gaard hevur starvast hjá Tórshavnar kommunu í 30 ár og Anna Byrgadóttir í 25 ár.
Helga byrjaði sum ung genta at ansa eftir børnum. Seinni fór tú at arbeiða hjá dagrøktini í Kollafirði og í 2011 byrjaði tú á Vøggustovuni her á stovninum.
Helga, starvsfelagarnir siga um teg, at tú er er stuttlig, tú er altíð glað, tá tú er til arbeiðis. Tú er nærverandi, jalig og umsorganarfull, og tær dámar væl at arbeiða við børnum.
Royndirnar hjá tær koma eisini stovni og starvsfeløgum til góðar. Sum starvsfelagarnir siga - vitanin og royndirnar hjá tær gjøgnum øll árini, eru gull verdar.
Anna byrjaði, sum hjálparfólk í Tórshavnar kommunu, tá hon var 20 ára gomul. Í 1991 fór tú at lesa til námsfrøðing, og seinni á listháskúla í Keypmannahavn. Tú arbeiddi í Øksnagerði í 18 ár, og í 2019 kom tú so her á stovnin at arbeiða.
Anna, starvsfelagarnir siga um teg, at tú er kreativ og bjørtskygd. Tú hevur nógv góð hugskot, og tú dugir væl at finna uppá og skipa fyri. Tú hugsar nógv um, at børnini fáa okkurt gott í viðførið, tá tey fara út í lívið. Tú lærir tey nógv um náttúruna, og ikki minst, - so lærir tú tey at telva.
Góðu tit øll.
Tit á dagstovnunum hava eitt sera umráðandi starv. Tit taka tykkum av framtíðini í kommununi, og tað er ein stór ábyrgd.
Fari at takka fyri tað, sum tit báðar, Anna og Helga, hava gjørt hesi seinastu 25 og 30 árini.
Fari eisini at takka starvsfólkunum á Dagstovninum Inni á Gøtu, sum hesi seinastu 25 árini hava lagt gott í beinini á børnunum.
Hjartaliga til við starvsdøgunum og hjartaliga til lukku við føðingardegnum."
Á torshavn.fo eru fleiri myndir frá tiltakinum at síggja.