Starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum upplæring í MyMedCards

Í síðstu viku fingu starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum upplæring í nýggjari talgildari skipan til leiðreglur og mannagongdir

Fólkini handan forritið “MyMedCards”, ið hava dyggar royndir innan skjalsavnan av innanhýsis leiðreglum og mannagongdum á øðrum sjúkrahúsum, hava veitt undirvísing á øllum trimum sjúkrahúsum í Sjúkrahúsverkinum seinastu dagarnar.

 

Tað hevur verið eitt av strategisku málunum hjá Sjúkrahúsverkinum at fáa felags skipan til leiðreglur og mannagongdir. Tí fegnast starvsfólk um alt Sjúkrahúsverkið, um at fáa avloysara til verandi skipanir.

 

Umframt at virka sum ein skipan við leiðreglum, skal skipanin eisini vera við til at tryggja eina systematiska tilgongd til mynstran og førleikamenning.

 

- Skipanin fer at betra um dygdina av innleiðslu og skipaðari menning av starvsfólki, sigur Selma Herup, starvsfólkaleiðari á Landssjúkrahúsinum.

 

Harafturat gevur skipanin atgongd til leiðreglur og mannagongdir á øðrum sjúkrahúsum, sum vit kunnu gagnýta og tillaga til okkara brúk. Hetta er ein liður í, at nútímansgera gerandisdagin í Sjúkrahúsverkinum.

 

Arbeiðsbólkurin hevur arbeitt ótroyttiliga við at fáa nýggju skipanina at rigga til okkara Sjúkrahúsverk, og hevur arbeiðið gingið væl og eftir ætlan.

 

Komandi tíðina fara øll starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum at læra forritið MyMedCards betur at kenna.