Retorikkurin harðnar, nú dagarnir styttast til Kári P. Højgaard vegna landsstýrið setir sína undirskrift á sáttmála um størstu samferðsluíløgu í Føroya søgu, Skálafjarðartunnilin.
Andstøðan á tingi eftirlýsir kunning um málið, ikki minst eftir at leysasøgurnar eru farnar at ganga.
- Vit frætta í krókunum, at útlendskir spekulantar koma við 300 milliónum krónum, meðan restin er lánifíggjað. Sáttmálin við landsstýrið er soleiðis settur saman, at spekulantarnir tryggja sær eina vinning uppá tvær milliardir krónur burtur úr Skálafjarðartunnlinum næstu 30 árini ella so, sigur Aksel V. Johannesen.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum er fortørnaður inn á leistin, ið landsstýrismaðurin leggur fyri dagin í tunnilsmálinum.
- Hyggja vit í samferðsluætlanina hjá Landsverki, so ætla almennu Føroyar gera stórar íløgur í samferðslukervið næstu árini. Tosað verður um Sandoyartunnil, Viðareiðistunnil, tunnil Norður um Fjall, Hvalbiartunnil, tunnil til Dals, til Sandvíkar og Gjáar. Samanlagt samferðsluíløgur á umleið tvær milliardir krónur, sigur Aksel V. Johannesen og heldur fram:
- Hetta eru íløgur, sum landsskassin skal gera og gjalda. Hví kann landskassin ikki lata eitt alment felag gera íløguna í Skálafjarðartunnilin við somu treytum sum man ætlar at lata privatu spekulantarnar fáa. Serliga tá leisturin kundi fíggjað allar aðrar samferðsluíløgur næstu mongu árini, spyr Aksel V. Johannesen retoriskt.
- Eg skilji væl, at privatu spekulantarnir vilja halda ætlanina loyniliga, serliga tá møguleikin her er at tjena tvær milliardir krónur eftir 30 árum. Men landsstýrismaðurin hevur skyldu til at røkja áhugamálini hjá almennu Føroyum, sigur Aksel V. Johannesen.
Bæði Fíggjarnevndin og Rættarnevndin hjá løgtinginum hava kallað landsstýrismannin í innlendismálum í samráð klokkan 11:30.
Samráðið er í trúnaði, og tí fær almenningurin neyvan nakað at vita haðani.
Eftir samráðið verður væntandi greitt, um løgtingið verður kallað saman. Møguliga fyri at reisa eitt misálit á Kára P. Højgaard, landsstýrismann.
Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen her: