Tað er Steffan Klein Poulsen, tingmaður hjá Miðflokkinum, sum hevur sett fram ein skrivligan fyrispurning til Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.
Fyrispurningurin snýr seg um ítøkilig tiltøk sum verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á netinum
Spurningarnir hjá tingmanninum eru soljóðandi:
1. Hvat er gjørt fyri at seta í verk ítøkilig tiltøk sambært samtyktini í Løgtinginum (lm. 83/2022), sum bleiv einmælt samtykt, um at verja børn ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum?
2. Hvørjar tekniskar loysnir hevur landsstýrið kannað, og hvørjar eru mettar best egnaðar til føroysk viðurskifti?
3. Ætlar landsstýrið at leggja fram lógaruppskot ella seta ítøkilig tiltøk í verk, so Føroyar fylgja við altjóða gongdini á økinum?
4. Hvønn yvirskipaðan politikk hevur landsstýrið gjørt fyri at verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á netinum?
Í viðmerkingum til spurning, sum tingmaðurin kallar »Tann stóri samfelagstrupulleikin«, sigur hann, at tað eru meira enn fimm ár gingin, síðani undirritaði fyrstu ferð varpaði ljós á tann stóra samfelagstrupulleikan, sum í ov stóran mun sleppur at virka í myrkrinum: porno.
– Við tøkniligu gongdini er porno atkomuligt í hvørjum húsi og í hvørjum lumma. Børn sum vaksin eru bert fá klikk frá at síggja groft (hardcore) porno á netinum. Hagtøl vísa, eisini at nýtslan veksur nógv kring allan heimin, sigur Steffan Klein Poulsen.
Hann vísir á, at avleiðingarnar av porno eru stórar.
– Heilin verður av bundinskapi umskapaður á neiligan hátt, tær tøttu relatiónirnar svíða, og milliónavís av menniskjum, serliga kvinnur, vera hildin sum sex-trælir í pornoídnaðinum.
– Tað eru eisini meira enn tvey ár gingin, síðani at Løgtingið einmælt heitti á landsstýrið um at kanna tekniskar loysnir og seta tiltøk í verk, sum verja føroysku børnini á netinum. At síggja til er lítið og onki hent hesum viðvíkjandi, sigur hann og heldur fram.
– Vit hava eitt søguligt fordømi úr Føroyum: Í 1983 samtykti Løgtingið einmælt at heita á fútan um at ansa eftir, at galdandi pornografilóg í revsilógini varð hildin. Hetta varð gjørt fyri at verja børn og ung ímóti pornografi, tá pornobløð blivu seld í handlunum.
– Tað eru júst 40 ár ímillum samtyktina í 1983 og samtyktina í 2023. Vit kunnu tí staðfesta, at Løgtingsins vilji er tann sami í dag, sum hann var fyri góðum 40 árum síðani. Og á sama hátt má politiskur vilji verða vístur í talgilda veruleikanum, sum vit standa í í dag, soleiðis at “talgildu pornobløðini” vera løgd aftur um diskin, eins og tey fysisku í 1983, sigur Steffan Klein Poulsen.
Hann vísir síðani á at í februar 2020 setti hann ein § 53-fyrispurning um at verja børn ímóti porno á internetinum. Í svarinum frá Helgi Abrahamsen, landsstýrismanni, sum kom í mai 2020, varð m.a. sagt, at tøkniligar avmarkingar kravdu víðfevnt eftirlit og ikki vóru hóskandi í einum frælsum samfelagi. Síðan tá hava fleiri lond funnið praktiskar loysnir, sum ikki krevja slíkt eftirlit, men kortini tryggja, at børn ikki hava somu fríu atgongd til porno sum vaksin.
– Tað eru jú eitt ótal av tekniskum loysnum fyri aldursváttan. Summar meira inntrívandi í privatlívið enn aðrar, og summar meiri passandi til føroyska samfelagið enn aðrar:
1. ID-skanning av t.d. passi ella koyrikorti
2. Talgilt samleikaprógv, so sum føroyski “Samleikin”
3. Kredit- ella debitkortsváttan
4. Talgild váttan frá televeitara (sim kort)
5. “Age token” (ópersónlig váttan hjá “trusted third party”)
6. Andlitsgreining við vitlíki
7. Keyp av “pornopassi” í fysiskum handli
8. Váttan við serligari app
– Tað snýr seg bara um at finna ta røttu loysnina fyri Føroyar.
– Harafturat má støða takast til, hvussu hetta skal setast í verk. Yvirskipað sær undirritaði tveir vegir at fara:
1. Loysnirnar við aldursváttan vera integreraðar í pornosíðurnar í samstarvi við pornoveitararnar ella settar sum krav til pornoveitararnar.
2. Føroyar gera ein lista við pornoheimasíðum, eins og við barnapornofiltrinum, soleiðis at brúkarin, sum ætlar sær á eina av hesum pornosíðum, verður leiddur til aðra síðu fyrst, har aldurin skal váttast.
– Um fyrsti vegurin verður valdur, kann hetta gerast í samstarv við EU ella líknandi organ, fyri at fáa pornoveitararnar betur á tal. Hinvegin eru fleiri fordømir um, at lond og eitt nú amerikanskir statir hvør í sínum lagi seta krøv til pornoveitarar, sum teir so mugu fyrihalda seg til. Tað er rættiliga ymiskt, hvussu hesir pornoveitarar reagera uppá ymisku tiltøkini. Tað er tí ongin forðing fyri, at Føroyar sjálvstøðugt seta egin tiltøk í verk og seta krøv til pornoveitarar, sigur tingmaðurtin.
Hann sigur, at við at velja seinna vegin mugu Føroyar menna eina sentrala loysn, sum so verður smoygd omanyvir allar pornoveitarar. Hetta kann tó hugsast at vera orkukrevjandi at seta í verk og umsita.
Hann sigur, at altjóða sæst, at fleiri og fleiri tjóðir síggja álvaran við porno á netinum, og at tær seta ítøkilig tiltøk í verk fyri at verja børn og ung á internetinum.
Bretland: í 2023 bleiv “Online Safety Act” samtykt, sum inniheldur eina røð av tiltøkum, sum verða sett í verk í stigum. Í ár bleiv krav um aldursváttan, sum skal vera “highly effective” sett í verk fyri porno-síður og summar sosialar miðlar. Umfataðu veitararnir kunnu velja eina røð av tekniskum loysnum fyri at vátta aldurin hjá sínum brúkarum. Brot á hesar reglar geva stórar bøtur. Tølini vísa, at í miðal lækkaði traffikurin á pornosíðum við 39%-47%. Samstundis vaks VPN nýtslan nógv.
Frakland: í ár bleiv krav um aldursváttan sett í verk, tó á annan hátt enn í Bretlandi (“double anonymity”). Hetta førdi eisini til eina aðra reaktión enn í Bretlandi. Pornoveitarar fóru í protest, orsakað av valdu loysnini hjá fronsku myndugleikunum, við at lukka sínar pornosíður niður. Málið hevur síðani koyrt aftur og fram í fronsku
dómstólunum.
Týskland, Italia og USA hava sett líknandi tiltøk í verk, Noreg hevur sett aldursmark fyri sosialar miðlar á 15 ár, sum tó ikki fokuserar beinleiðis á porno, og í Danmark koyrir eitt pilot prosjekt við einari app, sum skal vátta aldur, ið EU stendur á odda fyri.
– Tað er tí ein sannroynd, at tjóðirnar kring okkum taka avbjóðingina við porno og øðrum ágangi á internetinum í álvara. Umframt aðrar avbjóðingar við internetinum, so sum at alt ov ung børn ferðast á sosialu miðlunum, sigur Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður, í skrivliga fyrispurninginum, hann hevur sett landsstýrismanninum.
Løgtingið skal á tingfundi í morgin taka støðu til, um landsstýrismaðurin skal svara skrivliga fyrispruninginum.