Sterkir telvarar hittast í Suðuroy

Nú skal Suðuroyggin av álvara setast á altjóða talvkortið

Talvkapping

Nú skal Suðuroyggin setast á altjóða talvkortið.
Og startskotið til tað verður í summar.
Í summar er ætlanin at skipa fyri stórari, altjóða talvkapping í Suðuroy.
Tað, sum liggur í kortunum í løtuni er at "Suðuroy International" skal byrja eina góða viku fyri jóansøku og so at enda kappingina við einum ordans brakið sjálva jóansøkuaftan.
Ætlanin er at kappingin skal vera eitt afturvendandi tiltak og næstu ferð er ætlanin at hon skal vera í Vági, sigur Rani Nolsøe, sum er ein av fyrireikarunum.
Hóast Suðuroy mangan hevur havt sera sterkar telvarar, er synd at siga, at Suðuroyggin er serliga frammaliga í telving sum heild og felagslív er onki av. Eitt endamál við kappingini er at vekja áhugan fyri telving í Suðuroy og kanska at fáa eitt talvfelag á føtur í Suðuroy.
Listin yvir telvarar, sum vera við í kappingini er ikki heilt klárur enn. Men sterki, lokali telvarin, John Rødgaard er sjálvskrivaður.
Men av føroyskum telvarum kunnu nevnast Flóvin Tór Næs, nýklakti føroyameistarin, Carl Eli Nolsøe Samuelsen verður við og Heini Olsen verður eisini við.
Tað er eisini greitt at sera sterki svenski telvarin, Emil Hermansen verður við.