Stevna í Vestmanna við fleiri tiltøkum og stórari rokk-konsert

Kend, føroysk orkestur fara at spæla og tað fer eitt kent íslendskt orkestur, sum hevur verið í Føroyum áður, eisini

Aftur í ár verður skipa fyri stóra tiltakinum í Vestmanna, sum tey rætt og slætt kalla vestmannadagar. Tiltakið varar í eina heila viku frá 14. – 20 september og tey eru longu komin væl áleiðis við fyrireikingunum.

Hesa vikuna verða fyrilestrar um grindarakstur og onnur evni, umframt gonguferðir, frásagnir, spurnarkapping, fundir, og felagssangur. Kappingarnar, sum verða, eru av tí lættara slagnum, tí talan verður um spurnarkapping, svavskapping og fiskikapping, skrivar Vestmanna Kommuna á síni heimasíðu.

Leygarkvøldið á stevnuni endar við stórari rokk-konsert, har kendu, føroysku bólkarnir, Deiggj og Hamradun, spæla, umframt vestmannabólkurin, Brim. Og úr Íslandi kemur kendi rokk-bólkurin, Dúndurfréttir, sum eru kendir fyri at spæla sangir hjá Pink Floyd, Led Zeppelin, Deep Purple, Uriah Heep, ACDC, og øðrum. Dundurfrettir hava verið í Føroyum, her tey spældu The Wall hjá Pink Floyd á einari konsert, og løg hjá Led Zeppelin á eini aðrari konsert.