H71-kvinnur vunnu stórsteypið

Verandi steypavinnarar, H71-kvinnur vunnu greiðan sigur á StÍF í stórsteypadystinum í høllini á Hálsi í Havn

Savnsmynd

Savnsmynd

Verandi steypavinnarar, H71-kvinnur eru stórsteypavinnarar 2021.

 

Hoyvíkskvinnur vunnu ein greiðan 27-21 sigur á verandi Føroyameistara, StÍF í høllini á Hálsi í Havn.

 

Í stegðinum var H71 á odda 16-10. Tað kom ongantíð spenningur í uppgerðina í seinna hálvleiki.

 

Tað var bara tíðliga í fyrra hálvleiki, at tað leikaði javnt á. Tað eydnaðist H71 at halda stórskjúttanum hjá StÍF, Haruku Gima niðri á fýra málum í dag. 

 

StÍF-H71 21-27 (10-16)

 

Málskjúttar StÍF: Karina Høgnesen 5, Haruka Gima 4, Rebekka Justinussen 3, Rebekka Zachariassen 3, Fríða Pauladóttir 1, Guðrun Gærdum 1, Jóna Bærentsen 1, Vár D. Poulsen 1, Guðrið Ellingsgaard 1, Mao Otani 1.

 

Málskjúttar H71: Lív B. Zachariassen 7, Maria H. Weyhe 6, Elsa Egholm 5, Brynhild Pállsdóttir 4, Eva Barba Arge 2, Lükka Arge 1, Vár B. Zachariassen 1, Jana Mittún 1. 

 

Savnsmynd

Savnsmynd