StÍF tók leiðsluna ? nú skal hon verjast

Hondbóltur: Kvinnurnar hjá StÍF og menninir hjá VÍF eru nú á odda í 1. deild

Næstseinasta umfar í grundspælinum í hondbóltskappingini hevði við sær, at bæði hjá monnum og hjá kvinnum fór eitt lið fram um hini.

Tað hevur gingið sera javnt á í báðum teimum bestu kappingunum alt árið, og enn er lítið á muni millum fremstu liðini, serliga tá hugsað verður um, at eftir næsta dystin verða stigini ? og havið eisini munurin ? hálverað.

Men menninir hjá VÍF og kvinnurnar StÍF vóru vinnararnir av 9. umfari, og hesi bæði liðini eru nú eitt fet frammanfyri øll hini.

VÍF spældi fyri aðru ferð í ár ímóti H71, og hesaferð eydnaðist tað vestmenningum at vinna, eftir at hoyvíkingar gjørdu bart í Vestmanna. H71 nýtti somu ráð hesaferð, sum teir gjørdu fyrru ferð, men millum annað mansverjan av Inga Olsen forðaði ikki hesaferð VÍF í at vinna.

Í hálvleikinum og gjøgnum fyrra hálvleik var tað eyðsýnt, at H71 hevði takið á VÍF, og tað var ikki fyrr enn inn í seinna hálvleik, at VÍF vendi gongdini og at enda vann tryggan sigur.


Einsamøll

í botninum

Kyndil brúkti sín møguleika til at bróta seg fram á 2. pláss, eftir at H71 tapti leygardagin. Sunnudagin spældi Kyndil grannadyst móti Neistanum og vann greiðan sigur. StÍF og H71 hava nú 11 stig, meðan Kyndil hevur 12 stig.

Skuldu stigini verið hálverað nú, hevði tað ikki gjørt mun um liðini høvdu 11 ella 12 stig, bæði tølini geva seks stig, tá tey eru hálverað.

Dystirnir fara veruliga at telja, tá farið verður undir endaspælið í nýggja árinum, men stigini telja eisini nú, hóast bert helvtina í mun til í endaspælinum, og tá Kyndil og StÍF fara at spæla næsta fyrst í januar mánaði, hevur dysturin týdning fyri, hvat av liðunum skal halda fram í hølunum á VÍF.

Í botninum eru Neistin og KÍF rættiliga einsamøll, og hóast tey fáa samband við hini liðini, tá stigini verða hálverað, er einki sum bendir á, at tey bæðini liðini fara at formáa meiri í endaspælinum.

Og myndin, sum fer at gerast sjónligari í endaspælinum er hon, at VÍF verður á odda, Kyndil, H71 og StÍF royna at fylgja eftir, og Neistin og KÍF eru í botninum.


StÍF á odda hjá kvinnunum

Lagið á Neistakvinnunum var munandi betri nú tær vunnu á Kyndli í aðru royndini í ár, men veruligi vinnarin av 9. umfari í kvinnukappingini var StÍF, sum tók seg fram um Kyndil og Neistan.

Sjálvar greiddu tær uppgávuna móti Stjørnuni el-svikaliga leygardagin, og tá Neistin sunnudagin setti grannarnar í Kyndli uppá pláss, vann StÍF tvey stig sammett við Kyndil og helt munin sammett við Neistan.

Strandakvinnur eru tær einasta sum hava sett kílar í FM-hjolið hjá Neistanum seinastu 16 árini, og eftir tvey FM-heiti fyrr í 90?unum, er tað seinastu árini bert vorðið til líka við og næstan.

StÍF hevur helst ikki eins gott lið í ár, sum tær høvdu ein part av árinum í fjør, men liðið er gott og stendur seg væl.

Kyndil hevur tókst verið sterkasta liðið í kappingini í ár, men nú taptu tær fyri Neistanum, og hóast tær manglaðu stuðulsspælarar, vísti sigurin hjá Neistanum, at munurin millum havnafeløgini er ikki stórur.

Seinasta umfar í grundspælinum verður sjálvandi spennandi, men tað verður nakað heilt annað, tá tvey stig verða tvey stig í endaspælinum, og stríðið millum FM-kandidatarnar fer at harðna.