Tað var væntað, at StÍF-kvinnurnar fóru at vinna dystin móti GÍ á Kambsdali, men tað var eitt sindur óvæntað, at sigurin skuldi gerast so stórur.
Men strandakvinnur eru sera væl koyrandi í løtuni, og longu næsta vikuskifti kunnu tær tryggja sær føroyameistaraheitið.
Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var á Kambsdali leygardagin.
StÍF kom upp á 8-1, áðrenn GÍ tók eitt hart tiltrongt time-out.
So líðandi kom GÍ meira fyri seg, tó uttan at kunna forða StÍF í at fara til hálvleiks við eini leiðslu upp á 18-7.
Seinni hálvleikur var eitt sindur javnari enn tann fyrri, men munurin var longu so stórur, at StÍF kundi taka sær eitt sindur av løttum.
Signhild Petersen var enn eina ferð stóri spælarin hjá strandakvinnum, og hon gjørdi tíggju mál.
1. deild kvinnur:
GÍ-StÍF 17-31 (7-18)
GÍ: Sonja Gleðisheygg 5, Sunrid Gleðisheygg 5, Annika Jacobsen 3, Kristine Ellingsgaard 1, Beinta Joensen 1, Maria Olsen 1, Urd Potts 1.
StÍF: Signhild Petersen 10, Anna Maria Berthelsen 4, Bjørg Mikkelsen 4, Hanna Thorleifsson 4, Paula Jacobsen 3, Eyðleyg Mikkelsen 3, Alis Høghamar 1, Birna Mikkelsen 1, Katrin Petersen 1.
Útvísingar: GÍ 5, StÍF 2