Hjartamálið hjá Jóanisi Lisberg, síðan hann gjørdist borgarstjóri í Fámjin fyri skjótt átta árum síðan, er ein tunnil. Um nakrar dagar verður tunnilin til Fámjins skotin ígjøgnum

Stígur skal ikki koma í Fámjinstunnilin

- Eg fari sjálvsagt at hava fingurin á pulsinum, og verður nakar sum helst ivi um liðugtgerðina av tunlinum, fari eg eins og áður at hanga í oyrunum á myndugleikunum, sigur borgarstjórin í Fámjins kommunu

 

 

Hjartamálið hjá Jóanisi Lisberg, síðan hann gjørdist borgarstjóri í Fámjin fyri skjótt átta árum síðan, er ein tunnil. Um nakrar dagar verður tunnilin til Fámjins skotin ígjøgnum

Jóanis Lisberg er borgarstjóri á øðrum skeiði í Fámjins kommunu. Á næst seinasta kommunuvali fekk hann 22 atkvøður, og á kommunuvalinum seinast fekk hann 35.

35 atkvøður ljóðar ikki av nógvum, men tað er eitt stórt tal í einari so fámentari kommunu, sum Fámjins kommuna er við 74 fólkum, sum fólkatalið er í dag.

 

Eftir kommunuvalið seinast skiltist, at prosentvísa atkvøðutalið hjá borgarstjóranum var hitt størsta í Føroyum. 

 

Fara vit nøkur fá ár aftur, var fólkatalið í Fámjins kommunu stívliga 80, men seinnu árini hevur fólkatalið verið minkandi. Tað eru fá ung og nógv eldri í kommununi, og tá lítið legst til, samstundis sum onkur fellur frá, minkar fólkatalið.

 

Jóanis Lisberg ásannar, at tað vísir seg at vera ógvuliga trupult at fáa fólkatalið í bygdini at veksa – fyri ikki at siga, at tað er heilt ómøguligt. Seinastu húsini, sum vórðu bygd í Fámjin, komu upp fyri næstan 20 árum síðan, og síðan tá hevur eingin bygging verið.

 

- Her er mest ognarjørð, og fólk eru ikki serliga fegin um at selja burtur av jørðini. Kommunan eigur eitt stykki, sum er lagt av til viðarlund, men stykkið er vátt, og er vátveður, liggur tað undir í vatni. Um vit ynsktu tað, hevði stykkið ikki verið egnað sum byggilendi.

Borgarstjórin vísir á, at tað hevur eingin áhugi verið fyri sethúsabygging hesi átta árini, hann hevur sitið sum borgarstjóri.

- Øll vita eisini, at tað næstan er ómøguligt at seta føtur undir egið borð á bygd. Tað er kostnaðarmikið at byggja, og tað er ógvuliga trupult – fyri ikki at siga ómøguligt - at fáa fígging til nýggjan bústað. 

Nógv hús standa tóm í Fámjin, og tað eru nógv ár ímillum, at nakað hús verður sett til sølu. Borgarstjórin heldur, at høvdu nøkur av húsunum, sum standa tóm í dag verið seld, hevði kanska borið til hjá onkum at keypt og sett búgv her fyri ein líkinda prís.

 

Nú kommunuval stundar til aftur, fæst borgarstjórin í Fámjins kommunu ikki at siga, um hann letur seg stilla upp aftur ella ei. Spurdur, hvat hann hevur lovað sínum veljarum, tá hann hevur havt so stóra undirtøku í kommununi, sigur hann, at hann hevur einki lovað.

 

Men, so tekur hann afturíaftur og sigur, at tað er ikki heilt rætt kortini.

 

- Jú, eg lovaði mínum veljarum, at eg fór at stríðast alt tað, eg eri mentur fyri, at vit skulu fáa ein tunnil til Fámjins. Tunnilin verður nú skotin ígjøgnum um nakrar dagar, og tað er fantastiskt at vita sær.

Jóanis Lisberg ásannar, at hann hevur hingið í myndugleikunum bæði nátt og dag fyri at fáa henda tunnil, tí hann hevur alla tíðina hildið, at ein tunnil til Fámjins er neyðugur, um tað skal vera livandi hjá teimum, sum búgva her.

 

##med2##

- Um vit kunnu vænta okkum nakran fólkavøkstur, er so ein heilt annar spurningur. Tað veldst sjálvandi um so nógv annað, men seinnu árini hava víst, at her skal nógv til bara fyri at halda tørn – og so kortini hevur fólkatalið verið í minking. 

 

Borgarstjórin harmast um, at tilfarið í fjallinum hevur verið so serstakliga vánaligt, at tunnilsverkætlanin eftir øllum at døma verður nógv dýrari enn væntað. Her er óvanliga nógv betong og annað tilfar brúkt til tess at tryggja tunnilin.

- Men, nú tunnilin verður skotin ígjønum, vænta og vóna vit sannliga, at stígur á ongan hátt kemur liðugtgerðina av verkætlanini. Tá myndugleikarnir hava sagt A, mugu teir sjálvsagt eisini siga B, og tað er okkara vón, at koyrandi verður ígjøgnum tunnilin næsta summar. 

Jóanis Lisberg sigur, at hann sjálvsagt fer at hava fingurin á pulsinum, og verður nakar sum helst ivi um liðugtgerðina, fer hann eins og áður at hanga í oyrunum á myndugleikunum.

- Tað er mær púrasta greitt, at tað ber ikki til at bora ein tunnil ígjøgnum og síðan steingja hann, tí tað gevur so als onga meining, leggur hann aftrat.

 

 

 

Hjartamálið hjá Jóanisi Lisberg, síðan hann gjørdist borgarstjóri í Fámjin fyri skjótt átta árum síðan, er ein tunnil. Um nakrar dagar verður tunnilin til Fámjins skotin ígjøgnum

Jóanis Lisberg, borgarstjóri