Stjóraumbýti í bankunum

»Stjóri, stjórari, stjórast...«
Soleiðis stigbendi skemt­i­­tekn­­ar­­in Óli P her­­fyri tað fyr­­­i­­­brigdið, at stjór­­ar – vrak­­að­­ir ella ikki vrak­­að­ir – halda fram við at blíva stjór­ar. Hend­an vik­an byrj­aði við tri­m­um slíkum.

Fyrst var tað Eik Banki, sum »stjól« ein stjóra frá Bank­­Nordik. Tað var, tá Súni Schwartz Jacob­sen varð sett­ur sum for­stjóri í end­­ur­­reista Eik Banka. Hann var framm­­an­und­­an ann­­ar stjór­­in í Bank­­Nord­ik.
Súni Schwartz Jac­ob­sen hev­­ur sína for­tíð sum rík­is­­góð­­kend­ur grann­skoð­ari hjá Spekt. Men eftir at Jørn As­­trup Han­sen legði frá sær sum for­stjóri í Før­oya Banka, og Jan­us Petersen av­an­­ser­­aði til for­stjóra, varð Súni Schwartz Jac­ob­sen sett­ur sum med­stjóri.
Men nú er tað Bank­Nor­d­­ik, sum »ste­l­ur« frá Trygg­ing­­ar­­fel­­ag­­num Før­­oy­­ar, sum eigur Eik – tað vil siga um tað var or­­søk­in til, at Ed­­vard Heen legði frá sær sum trygg­ing­ar­stjóri her­fyri. Ella hev­ur bank­in bara handl­­að skjótt, tí nú hev­ur bank­­in sett Ed­vard Heen sum und­ir­stjóra í Bank­Nord­­ik.
Í øllum førum er talan um ein stjóraumbýti...