Stjørnan-Tjaldur
34-17 (14-9)
Stjørnan brúkti 20 minuttir um at vakna, men tá heimaliðið so setti ferð á, kláraði Tjaldrið als ikki at fylgja við.
Serliga í seinna hálvleiki var talan um niðurspæling av gestunum, og tað gjørdi ongan mun, at fleiri stuðulsspælarar hjá Stjørnuni sótu á beinkinum fittan part av seinna umfari.
Tjaldrið var á odda fyrstu 20 minuttirnar. Hesa løtuna gjørdi Stjørnan nógv mistøk bæði í álops- og verjuspælinum, og tá útiliðið samstundis fekk sínar kombinatiónir at ganga væl, høvdu tær leiðsluna langt út í fyrra hálvleik.
Men seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki kom Stjørnan fyri seg, og tær tóku eftir lítlari løtu leiðsluna í dystinum, og hana góvu tær ongantíð frá sær aftur.
Í hálvleikinum vóru fimm mál á muni, og í seinna hálvleiki øktist hesin munurin allatíðina. Fyrstu fimm minuttirnar av seinna hálvleiki fekk Stjørnan fimm mál, meðan Tjaldrið einki fekk. Uppskriftin var skjótt kontraspæl, har Anna Kristina Samson hevði týðandi leiklut. Og Joan Midjord Joensen, sum einki gjørdi um seg fyrra hálvleiki, smeyg sær fleiri ferðir ígjøgnum GÍ-verjuna.
Stór breidd
Fleiri av teimum ungu Stjørnu-spælarunum byrjaðu inni, tá seinni hálvleikur fór í gongd, og tað gjørdi ongan mun. Spælið var júst so gott sum seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki, og við slíkari breidd á liðnum, verður tað trupult hjá hinum liðunum at taka Stjørnuna.
Hesaferð var mótstøðuliðið aftasta liðið í deildini, og í seinna hálvleiki sást, at talan var um dyst millum lið á hvør sínum stigi. Stjørnan spældi allatíðina við nógvari ferð, og hóast tað stundum tóktist ganga í so skjótt fyri seg, gjørdi tað samstundis, at gestirnir ongantíð fingu luft. Skotini hjá Tjaldrinum vóru óneyv og uttan kraftina, sum var at síggja í fyrra hálvleiki. Hinvegin dusaði Stjørnan sær rættiliga, og tær vísti fram úr gott kontraspæl.
Og tá tað ikki gekk við skjóta uppspælinum, var litið upp í hendurnar á Simonu Hansen at royna seg úti frá, og tí kom hon væl frá.
Stjørnan hevur eftir fýra dystir fult stigatal, Tjaldrið hevur einki stig fingið enn. Næstu ferð skal Stjørnan spæla truplan dyst á útivølli móti VB.