Stjørnan uttan útlendingar

Tað verður eitt Stjørnulið uttan tveir av útlendingunum, sum hava havt so stóran týdning fyri Stjørnuna síðstu árini, sum fer at kappast í heimligu Sunset-kappingini í ár. Sterki strikuspælarin, Una Olsen, sigur tó, at liðið hevur góðar vónir fyri kappingina, sum liggur fyri framman

Stjørnan má uttan iva metast at vera sterkasta liðið innan føroyskan kvinnuhondbólt seinastu árini. Stjørnan hevur vunnið meistaraheitið tvey tey seinastu árini, og tí er tað júst hetta liðið, sum hini liðini fyrst og fremst skulu steðga, um tey ætla sær at vinna meistaraheitið.

Stjørnan hevur annars ikki latið nakran iva vera um, hvat hevur verið sterkasta liðið seinastu árini. Sísðtu fýra árini er tað blivið til trý meistaraheiti og tríggjar sigrar í steypakappingini, og tí má Stjørnan helst eisini metast sum favorittar at endurvinna meistaraheitið í steypakappingina í ár.

Tað er tó ikki heilt tann sama manningin, sum fer at manna besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni í ár. Stjørnan hevur nevniliga mist tveir av heilt stóru profilunum, sum hava mannað liðið síðstu árini. Alina Olaru, sum av mongum hevur verið mett at verið besti spælarin í landinum, er skift til Tjaldur, meðan málmaðurin, Agne Mesanaite, er farin heim. Stjørnan far tó ein nýggjan dana í malið fyri Agne, men eingin ivi er um, at missurin av Alinu og Agne helst fer at følast.

Vit hava tikið eitt prát við sterka strikuspælaran hjá Stjørnuni, Unu Olsen, nú nýggja kappingarárið júst er byrjað.


Eru væl fyri

Una Olsen sigur, at spælararnir eru rættiliga væl fyri í ár, at at tey í Stjørnuni hava fyrireikað seg væl til kappingina.

- Ja, vit hava vant í alt summar, so vit burdu verið væl fyri. Vit vandu sera hart upp undir Evropa Cup-dystirnir niðri í Montenegro fyri at fáa eitt so gott úrslit sum møguligt, men eftir hetta slakkaðu vit eitt sindur av. Síðstu vikurnar hava vit tó vant hart fyri at blíva ordiliga klárar til kappingina, og hetta haldi eg, at vit eru, sigur Una Olsen.

Una sigur annars, at liðið slett ikki verður tað sama sum í fjør, serliga tí felagið hevur mist onkrar av týdningarmestu spælarunum.

- Ja, vit hava mist bæði Alinu og Agne, og tí hava vit slett ikki sama lið, sum vit høvdu í fjør. Einasti leikarin, sum kemur afturat hópinum, verður danski málmaðurin, sum var við okkum niðri í Montenegro. Hon er ikki komin til landið enn, men kemur væntandi í komandi viku, sigur Una.

Sjálvt um liðið hevur mist tveir so týdningarmiklar leikarar, so heldur Una, at hetta kann vera sunt fyri liðið.

- Eg haldi, at tað er stuttligt at royna at spæla kappingina við føroyskum spælarum. Hetta er heilt sikkurt sunt fyri liðið og fyri føroyskan hondbólt, sigur Una.


- Mugu spíla okkum út

Sjálvt um Stjørnan hevur mist tveir av stuðulsleikarunum, so hevur Una Olsen góðar vónir til kappingina, sum júst er farin í gongd.

- Vit hava faktiskt eitt nokk so nýtt lið í mun til sísðta kappingarár, men eg haldi allíkavæl, at vónirnar hjá okkum eru góðar. At vit hava mist Alinu og Agne ger bara, at hinar mugu spíla seg tað meir út. Vit ætla okkum í øllum førum at vera við har, tað er stuttligt, staðfestir Una.

Tá vit spurdu Unu, hvat hon væntar av kappingini í ár, segði hon seg vænta eina rættiliga harða kapping.

- Eg trúgvi, at kappingin verður hørð í ár. Eg vænti serliga, at kvinnurnar í Neistanum eru svangar í ár, eftir at tær ikki komu í nakra finalu í fjør, so teimum vænti eg mær nógv av. Harafturat hevur VB altíð eitt gott lið, og so sær Kyndil eisini út til at hava eitt gott lið, um tær fáa spælið at koyra, metir Una.

Hon leggur afturat, at StÍF saktans kann fara at yvirraska í fleiri dystum, meðan VÍF fyrst og fremst skal venja seg aftur við støðið í bestu deildini, eftir at hava spælt í 1. deild í nøkur ár.


Verjan er størsta styrkin

At enda spurdu vit Unu, hvat hon metti vera størsta styrkin hjá liðnum, og her var hon ikki í iva.

- Verjan er og hevur síðstu árini verið okkara størsta styrki. Koyrir verjan væl framman fyri ein góaðn málmann, so eru vit ringar at steðga, steðfestir Una.

Stjørnan hevur ikki víst serliga nógvar veikar síðir sísðtu árini, men Una metti tó, at liðið mátti vera meir klárt til allar dystirnar.

- Tað eru tíðir, har vit koma til dystir uttan at vera ordiliga klárar, og hetta mugu vit arbeiða við. Um man ætlar sær at vinna hvønn dyst, so krevur hetta fyrst og fremst, at man er klárur, sigur Una at enda.

Sjálvt um Stjørnan hevur mist tveir av týdningarmestu spælarunum, so hevur liðið enn nógvar profilar. Hesir skulu nokk taka yvir, tá á stendur, og tí má Stjørnan eisini metast sum størsti favoritturin at vinna meistaraheitið í ár.