Stjørnan vann tryggan sigur

Sum ikki einaferð kom Stjørnan aftur um við nøkrum málum tíðliga í dystinum. Stjørnuvenjarin tók eitt time-out, og so vendi Stjørnan dystinum. VB var frammanfyri 6-3, men so fór Stjørnan fram um við fleiri málum, meðan VB einki mál fekk.

 

Restina av dystinum var Stjørnan frammanfyri. Munurin vaks eitt sindur móti endanum av dystinum, so at Stjørnan at enda vann 26-17.

 

Við hesum sigrinum hevur Stjørnan tryggjað sær fremsta plássið í endaspælinum í Sunset-kappingini, hóast ein dystur er eftir at spæla.