Fyrstu 10 dystirnar í bestu íslendska hondbóltsdeildini hjá kvinnum megnaði føroyingaliðið, Stjarnan bert at vinna eitt stig.
Nú hevur liðið hjá Natasju Hammer og Inga Mariu Roysdóttir lyft seg av aftasta plássinum í deildini við øðrum sigrinum á rað.
Í dag vann Stjarnan á heimavølli greitt 34-28 á Selfossi. Í steðginum var Stjarnan á odda 16-13.
Natasja Hammer (myndin) var næstbesti málskjúttin hjá Stjörnuni við seks málum. Inga Maria skoraði tvey mál. Eva Björk Davíðsdóttir var við 12 málum stórskjútti hjá Stjörnuni í dag.
Stjarnan er næstaftast í deildini við fimm stigum.
Komandi mikukvøld klokkan 20 spælir Stjarnan dyst á útivølli móti Fram.











