Stjarnan verður eisini liðið hjá Jóhannesi komandi tvey árini

Høvuðsvenjarin hjá Stjörnuni er væl nøgdur við avrikið hjá Jóhannes Bjørgvin í farna kappingarári

Mynd: Harald Bjørgvin

Stjarnan hevur longt sáttmálan við Jóhannes Bjørgvin við tveimum kappingarárum. Tað boðar felagið frá í dag.

 

Hrannar Guðmundsson, høvuðsvenjari hjá Stjörnuni sigur, at Jóhannes fall væl inn í hópin í farna kappingarári, og talan er um ein leikara sum gevur seg 110 prosent. 

 

- Eg eri spentur upp á komandi kappingarári. Vit vera meir ella minni tað sama unga liðið sum í farna kappingarári, og nú hava vit havt eitt heilt kappingarár saman. Eg trúgvi, at vit kunnu byggja upp á hetta og røkka enn betri úrtøku í komandi kappingarári. Vit vilja meira. Sigur Jóhannes við heimasíðuna hjá Stjörnuni. 

 

Í farna kappingarári skoraði Jóhannes 47 mál fyri Stjörnuna. Talan var um eitt gagnnýtisprosent upp á 75 prosent. 

 

 

 

 

 

Mynd: Harald Bjørgvin