Stjórin settur á Kærustovninum

Tommy Petersen er settur sum stjóri á felags Kærustovninum fyri almanna- og skattamál, sum fer at virka 1. juli næsta ár.

Tað er Almanna- og Heilsudeildin í Tinganesi, sum hevur sett stjóran.

Upprunaliga var kærustovnurin fyri almannamál stovnaður fyri nøkrum árum síðan, men hesin fekst ongantíð at virka.

Nú verður roynt at uppbyggja ein stovn, sum við síðuna av almannamálum eisini kann taka ímóti kærum í skattamálum. Seinni er ætlanin at onnur kæruøki skulu leggjast undir henda stovnin, eitt nú umhvørvismál, vinnumál o.s.fr.

Tommy Petersen byrjar 1. apríl í nýggja starvinum, og Kærustovnurn letur upp 1. juli 1998.