Støðan hjá Christiani Eriksen er stabil

DBU hevur verið í samband við Christian Eriksen, og støðan er stabil, eftir at hann small um í Parkini í gjár.

Støðan hjá Christian Eriksen er støðug, eftir at hann hann small í gjár, og hann er framvegis innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum til kanningar.

 

Tað upplýsir Dansk Boldspil-Union.

 

– Vit hava í morgun verið í samband við Christian eriksn, sum letur heilsa liðfelagum.

 

– Støðan er framvegis stabil, og hann er framvegis innlagdur fyri at vera kanaður nærri, verður sagt í boðunum frá DBU.

 

Christian Eriksen small á vøllinum eftir 42 minuttir, tá Danmark spældi fyrsta dystin í EM endaspælinum ímóti Finnlandi í Parkini í Keypmannahavn í gjár. Hann fekk hjartamasasju á vøllinum, áðrenn hann varð fluttur á Ríkissjúkrahúsið.

 

##ms##

 

Seinni varð dysturin tikin uppaftur, og Finnland vann 1-0 við einum málið, su mJoen Pohjanpalo skeyt.

 

Donsku spælararnir var í samband við Christian Eriksen, áðrenn teir tóku støðu til at spæla dystin lidnan í gjárkvøldið.

 

Sambært Kasper Hjulmand, landsliðsvenjara, eftir Uefa givið spælarunum valið ímillum at spæla dystin lidnan í gjárkvøldið ella í dag klokkan 12. Spælararnir valdu tað fyrra.

 

Nú skal sunnudagurin brúkast ti at viðgera ógvusligu hendingarnar.

 

– Liðið og fólkini kring liðið hava fingið kreppuhjálp og brúka agin upp á at hjálpa hvør øðrum ftir hendingarnar í gjár, skrivar DBU.

 

Hendingarnar hava fingið sera stórt uppmerksemi í øllum heiminum, og danska fótbóltssambandið takkar fyri uppmerksemið.

 

– Vit takka fyri tær mongu rørandi heilsanirnar til Christian Eriksen frá viðhaldsfólki, spælarum og eisini frá kongshúsinum, altjóða sambondum og feløgum.

 

– Vit mæla til, at heilsanir sendast til DBU, har vit savna tær og latai Christiani og familjuna tær.

 

Næsti dystur hjá Danmark í EM endaspælinum er hósdagin ímóti Belgia, sum í gár byrjaði við einum 3-0 sigri á Russlandi í bólki B.

 

Danski hópurin skuldi venja í dag, men venjingin í dag er fyribils útsett.

 

/ritzau/