Størsta tal av ballistiskum rakettum síðani 2022

Russland leyp í nátt á Ukraina við størsta talinum av ballistiskum rakettum í einum álopi síðani russiska innrásin byrjaði í februar 2022.

 

Tað skrivar virkandi uttanríkisráðharrin í Ukraina, Andrij Sybiha, á X.

 

Sambært honum skeyt Russland umleið 48 ballistiskar rakettir móti Ukraina.

 

– Vit mæla til eitt hóskandi og hart aftursvar. Vit hava tørv á ógvusligum trýsti á Moskva fyri at fáa enda á hesum yvirganginum, skrivar Sybiha.