Spania fagnar HM-gullinum – veitslurómur í Madrid

Stórur fagnaður breiddi seg sunnukvøldið um Spania, eftir at landið vann HM-finaluna í fótbólti og tryggjaði sær heimsmeistaraheitið fyri aðru ferð.

Smílini vóru stór, tá Spania sunnukvøldið vann HM-finaluna 1-0 á Argentina og tryggjaði sær sítt annað heimsmeistaraheiti í fótbólti. Mynd: Ana Beltran/Reuters.

Í høvuðsstaðnum Madrid streymaðu túsundtals fjepparar út á gøturnar, har veitrað varð við sponskum fløggum, bilar floytaðu, og fagnaðarróp rungaðu.

 

Mong vóru í reyðu landsliðstroyggjunum, meðan tey savnaðust á Plaza de Cibeles, sum er vanligi savningarstaðurin, tá spanska landsliðið vinnur stórar heiðrar.

 

– Meistarar, meistarar, róptu fjeppararnir, meðan onnur tendraðu neyðbluss.

 

Longu fyrr um dagin høvdu tíggjutúsundtals spanskir fjepparar leitað sær til stórskíggjar kring landið, hóast hitin var upp í 35 stig.

 

Sjónvarpsmyndir vístu eisini stóran fagnað í fleiri sponskum býum, millum annað í Barcelona og Sevilla, har fólk hoppaðu av gleði og veitraðu við reyðgula spanska flagginum.

 

Spania vann HM-finaluna 1-0 á Argentina eftir longda leiktíð og hevur nú vunnið heimsmeistaraheitið tvær ferðir. Fyrsta ferðin var í 2010, tá spaniólar vunnu HM í Suðurafrika.

 

##med2##

 

 

 

Smílini vóru stór, tá Spania sunnukvøldið vann HM-finaluna 1-0 á Argentina og tryggjaði sær sítt annað heimsmeistaraheiti í fótbólti. Mynd: Ana Beltran/Reuters.

Fjepparar fylla gøturnar í Madrid og hátíðarhalda, at Spania sunnukvøldið vann HM í fótbólti fyri aðru ferð. Mynd: Pierre-Philippe Marcou/Ritzau Scanpix.