Lionel Messi megnaði ikki at skjóta nakað mál í HM-finaluni, og tí er staðfest, at Kylian Mbappé við 10 málum er HM-toppskjútti.
Kylian Mbappé er eisini tann fyrsti síðani vesturtýsku álopslegenduna, Gerd Müller (1945-2021), ið skorar 10 mál í einum HM-endaspæli. Gerd Müller skoraði 10 mál fyri Vesturtýskland í HM-endaspælinum í Meksiko í 1970. Landsmaðurin hjá Kylian Mbappé, Just Fontaine (1933-2023) er tó framvegis tann einasti í søguni, ið hevur skotið 13 mál í einum HM-endaspæli. Tað bragdið framdi hann í HM-endaspælinum í Svøríki í 1958.
HM 2026 toppskjúttar:
| Leikari | Land: | Mál: |
| Kylian Mbappé | Frakland | 10 |
| Lionel Messi | Argentina | 8 |
| Jude Bellingham | Ongland | 7 |
| Erling Haaland | Noreg | 7 |
| Ousmane Dembele | Frakland | 6 |
| Harry Kane | Ongland | 6 |
| Mikel Oyarzabal | Spania | 5 |
| Ismaila Sarr | Senegal | 4 |
| Julin Quinones | Meksiko | 4 |
| Vinicius Junior | Brasil | 4 |
Kylian Mbappé er við 22 málum eisini staðfestur søguligur HM-toppskjútti. Lionel Messi endaði á 21 málum.
HER er søguligi HM-toppskjúttaralistin:
##med2##












