Stór jólakonsert í Vesturkirkjuni

Í annaðkvøld verður jólakonsert í Vesturkirkjuni við GHM, Havnar hornorkestri og Havnarkórinum.

Aftur í ár verður Vesturkirkjan karmur um felags jólakonsertina hjá GHM, Havnar hornorkestrið og Havnarkórinum.

 

Hetta konsertsamstarv millum hesar tríggjar institutióninar í tónleikalívinum í Havn hevur nógv ár á baki og oftast hevur hendan konsertin verið hildin 3. sunnudag í advent.

 

Soleiðis verður eisini í ár, og sjálvandi verður tað jólatónleikur, sum fer at mynda konsertskránna.

 

Konsertin verður í annaðkvøld - sunnukvøldið 14. desember klokkan 19.30 - í Vesturkirkjuni.