Stór Nato-venjing í Arendal

Málið við átakinum er at venja truplar støður og samstarv um at bjarga mannalívum úr kavbátum í neyðstøðu.

 

Ein størri Nato-venjing við norskum og sameindum skipum er í løtuni út fyri Arendal í Noregi.

 

Norska verjan upplýsir, at málið við átakinum er at venja truplar støður og samstarv um at bjarga mannalívum úr kavbátum í neyðstøðu.

 

Helene Synes, ið starvast sum kunningarfólk hjá norsku sjóverjuni, heitir á sivila skipaferðslu í økinum um at halda frástøðu.

 

- Venjingarnar út fyri Arendal í Noregi vara í tvær vikur, veit norska kringvarpið NRK at siga.