Stór Nato-venjing í Grønlandi

Fram til 19. september venja fleiri enn 550 hermenn úr fleiri NATO-londum í stórari venjing í Grønlandi.

Í dag fáa tey vitjan av danska verjumálaráðharranum Troels Lund Poulsen, sum kemur til venjingina saman við ráðharrafeløgum úr Noregi, Grønlandi og Íslandi.

 

Tað skrivar Verjumálaráðið í tíðindaskrivi.

 

- Við øktari nærveru í og kring Grønland komandi tíðina fer Verjumálaráðið at styrkja sína egnu operationellu tilbúgving og tilbúgving hjá NATO í Arktis, sigur verjuovastin Michael Wiggers Hyldgaard í fráboðanini.

 

Í venjingini Arctic Light 2025 venja verjan og NATO-sameind felags svarførleikan, tá talan er um hóttanir í Norðuratlantshavi og Arktis.

 

Sambært verjumálaráðharranum fer venjingin eisini at fevna um útbúgving í bjarging á sjónum, at berjast ímóti havdálking og at verja kritiskt undirstøðukervi.

 

Hetta hevur eisini verið gjørt í undanfarnum venjingum.

 

Tá politikararnir vitja í Grønlandi mánadagin, verða teir millum annað umborð á fregattini "Niels Juel".

 

Her síggja teir venjingar við millum annað tyrlu og F-16 flogførum.

 

Venjingin byrjaði 9. september.