Sosialurin hesa vikuna er á tremur við spennandi søgum og áhugaverdum samrøðum úr Grønlandi.
Í summar hava vit vitjað nakrar av føroyingunum í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk. Nú kunnu tit eisini læra teir at kenna, tí blaðið fæst í sølubúðunum kring landið í dag.
Tað eru ikki fá fólk, ið vit hava vit í hesari serútgávu. Her er eitt yvirlit:
- Arnbjørn Olsen, selir hvítvørur í Nuuk undir egnari fyritøku
- Ragnhild í Skorini & Marcus Jacobsen, sum hava flakavirki
- Edward Niclasen um Nuuk Transport
- Esmar Bergstrøm, sjómaður og undirvísari
- Hans Andreas Højgaard, hálvføroyski barrvørðurin
- Hjørdis Viberg, økisleiðari í Tasiilaq
- Jensia Højgaard Dam & Jóhan Davidsen, tónleikari og programmørur
- Rógvi Finnsson Johansen, arbeiðir í tilbúgvingini
- Rúni Skaalum, timburmaður, ið hevur smíðað um alt Grønland
- Áki G. Olsen, politistur, ið flutti aftur til Nuuk saman við konuni Sóllind og soninum.
- Bjartur Nolsøe úr Útnorðurgrunninum
- Alexandrina og Jóhan Sigurðsson, ung familja flutti úr Klaksvík til Nuuk
- Eiler Fagraklett, marknaðarleiðara í Tusass
- Kristian Reinert Davidsen, stjóri í Tusass
- Gunnar í Liða & Jákup Emil Hansen frá Grønlandsbankanum
- Turið F. Arge, stjóri í BankNordik, ið hevur stóra deild í Grønlandi
- Jaspur Langgaard frá KT-fyritøkuni Intra, ið hevur ment stóra KT-skipan á grønlendskum
- Arktisk Kommando, sum ansar eftir Føroyum úr Nuuk
Umframt hesar samrøður hava vit eina reportasju frá Føroyingahavnini. Eisini spyrja vit landsstýrini í bæði Føroyum og Grønlandi, hvat skal henda við Føroyingahavnini.
Vit eru sera spent upp á móttøkuna av hesari útgávuni av Sosialinum. Hava arbeitt upp á hetta tema síðan í juni.
##med2##
Blaðið fæst til keyps í sølubúðunum kring landið, og tað kann eisini lesast á netinum HER.
Góðan lesihug!