Stórar vónir til Martin Agnarsson í Mjällby

Tað verður staðfest, at Martin Agnarsson hevur ein stóran arbeiðskapasitet

Mynd: Mjällby AIF

- Er ein sterkur spælari við einum høgum arbeiðskapasiteti. Er sterkur í nærdystum. Hevur góð innlegg og lesur spælið væl. Er ein hóttan fram eftir vøllinum, og arbeiðir nógv á egnari vallarhálvu.

 

Hetta eru millum lýsingarorðini verandi svensku meistararnir og steypavinnararnir, Mjällby brúkar um 22 ára gamla vinstra bakkin, Martin Agnarsson, ið hevur gjørt sáttmála við Mjällby fram til 2030. Martin kemur úr Aarhus Fremad, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. 

 

Martin gerst liðfelagi við Áka D. Samuelsen, og sostatt gerst Mjällby tað stóra føroyingaliðið í svenskum fótbólti.

 

Mathias Hellisdal spælir eisini í bestu svensku fótbóltsdeildini. Hann spælir við Västerås SK í Allsvenskuni. 

 

So væl taka svensku lýsingarorðini um Martin Agnarsson seg út á facebookvanganum hjá Mjällby:

 

##med2##

 

Mynd: Mjällby AIF

Mynd: Mjällby AIF