Seinnapartin í dag vistu grønlendskir miðlar at siga, at stórur eldur var í skúlanum í grønlendska býnum, Maniitsoq.
Skúlin kallast Atuarfik Kilaaseeraq.
Grønlands Politi heitti á borgarar í býnum um at halda seg burtur og lata vindeygu og hurðar aftur.
- Talan er um stóran eld, og sløkkiliðið arbeiðir við fullari megi. Vit heita á fólk um at halda seg burtur.
Soleiðis segði vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Karsten Højrup Kristensen, við Sermitsiaq seinnapartin í dag.
Hann dugdi ikki at siga, hvussu langa tíð átakið at sløkkja eldin í Maniitsoq fór at vara.
- Skúlin var undir renovering, og eldurin kann vera íkomin í samband við brenning av takpappi, sigur vaktleiðarin við Sermitsiaq.











