Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TTH Holstebro høvdu eina sera torføra uppgávu á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
Talan var um dyst móti verandi meistarunum í Gigantium høllini í Aalborg.
Frammanfyri 5.263 áskoðarum taptu Teis og liðfelagarnir tepurt 29-31 fyri verandi meistarunum. Í steðginum var Aalborg á odda 15-14.
Teis skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir.
TTH Holstebro hevur tvey stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar.
Hóskvøldið klokkan 20 verður føroyingauppgerð í Arena Svendborg. Tá taka Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG móti TTH Holstebro. TV2 Sport vísir dystin.











