VÍF er framvegis ovast í 1. deild hjá monnum, tá liðið sum væntað vann á KÍF í Vestmanna sunnudagin. Nógv mál komu í dystinum, sum VÍF vann 43-26.
Tað var ongantíð steðgur í málskjótingini, og Áki Olsen hjá VÍF var raskastur. Hann gjørdi 11 mál, meðan Jóan P. Olsen gjørdi 10 fyri KÍF.
Kollfirðingar megnaðu so dánt at fylgja við í fyrra hálvleiki, sum endaði 20-13 til VÍF. Fyrstu tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki fór VÍF upp á 29-15, og so koyrdi tað bara.
Vestmenningar hava vunnið allar sínar seks dystir higartil í endaspælinum, men mótstøðan verður ivaleyst størri seinni í mánaðinum, enn hon var sunnudagin.
1. deild menn:
VÍF-KÍF 43-26 (20-13)
VÍF: Áki Olsen 11, Sámal Joensen 9, Áki G. Olsen 7, Ingi Olsen 7, Hjalmar K. Olsen 6, Agnar Joensen 1, Petur F. Joensen 1, Rógvi Nielsen 1.
KÍF: Jóan P. Olsen 10, Vagnur Johannesen 5, Petur M. Johansen 4, Petur M. Poulsen 4, Jónálvur Johannesen 2, Ragnar P. Joensen 1.
Útvísingar: VÍF 4, KÍF 4.