Stórt minningarhald fyri Charlie Kirk

Stórt minningarhald fyri myrda amerikanska høgraaktivistin Charlie Kirk verður í statinum Arizona sunnudagin.

Charlie Kirk Mynd: Vuk Valcic/Zuma/Ritzau Scanpix

Tað skrivar felagsskapurin Turning Point USA, sum Charlie Kirk var við til at stovna, á sosiala miðlinum X.

 

Minningarhaldið verður á amerikanska fótbóltsvøllinum State Farm Stadium, sum hevur pláss fyri yvir 60.000 fólkum.

 

BBC skrivar, at amerikanski forsetin, Donald Trump, væntast at luttaka.

 

Væntandi koma varaforsetin J.D. Vance og amerikanski uttanríkisráðharrin Marco Rubio eisini við, skriva fjølmiðlarnir.

 

Charlie Kirk varð mikumorgunin skotin og dripin lokala tíð á einum kjakfundi í amerikanska statinum Utah.

 

 

 

/Ritzau/

 

Charlie Kirk Mynd: Vuk Valcic/Zuma/Ritzau Scanpix