Í veljarakanningini, sum Sosialurin gjørdi beint upp undir val, vórðu fólk eisini spurd um, hvørji bløð tey lesa helst. Sum væntað liggja tey bæði stóru bløðini stavn um stavn, meðan Oyggjatíðindi liggja í botni í undirtøku. Dimmalætting og Sosialurin eiga slakan helming av blaðmarknaðinum í part, ávikavist 45,4 og 44,6 %, meðan Oyggjatíðindi eiga 4,1 % av marknaðinum. Greiður munur er á blaðútgávuni hjá hesum bløðum, tey stóru koma út fimm ferðir um vikuna og á Internetinum, meðan Oyggjatíðindi koma út tvær reisur um vikuna.
? Nógv fólk lesa bæði tey størru bløðini og tí var ringt at fáa tey at velja annað fram um, men tað var neyðugt, skuldi kanningin geva eina ábending, sigur John Mortensen, lærari hjá miðnámsflokkinum í Suðuroy, sum gjørdi kanningina fyri Sosialin.
Hyggja vit at flokstilknýti síggja vit, at flestu lesararnir hjá Sosialinum velja Javnaðarflokkin, 64,7 %. 28,2 % av javnaðarveljarum lesa eisini Dimmalætting og 2,9 % Oyggjatíðindi. Myndin er júst tann sama fyri sambandsveljarar, trúgvu lesararnir hjá Dimmalætting eru at finna millum sambandsfólk, 64,8 %, meðan 37,1 % eisini lesa Sosialin og 4,2 % lesa Oyggjatíðindi.
Fólkafloksfólk lesa heldur Dimmalætting enn Sosialin, somuleiðis veljarar hjá Miðflokkinum og Kristiliga Fólkaflokkinum, meðan Sjálvstýrisveljarar og Tjóðveldisveljarar lesa heldur Sosialin enn Dimmalætting. Tey, sum hava valt Verkamannafylkingina velja nógv heldur Sosialin enn Dimmalætting.
Oyggjatíðindi er óheft politiskt og átrúnaðarligt, men blaðstjórin á blaðnum, Dan Klein, stillaði til løgtingsvalið herfyri upp fyri Kristiliga Fólkaflokkin. Kortini sigur eingin í kanningini, sum hevur atkvøtt fyri Kristiliga Fólkaflokkinum, at tey lesa Oyggjatíðindi.
Við atliti til útbúgving taka fólk við longri útbúgving Sosialin fram um Dimmalætting, ávikavist 51% og 44 %, meðan bert 2,3 % við longri útbúgving lesa Oyggjatíðindi. Støðan er nøkulunda tann sama hjá fólki við miðallongum útbúgvingum, ávikavist 50,7 % og 44,2%, og har lesa bert 1,5 % Oyggjatíðindi. Hinvegin taka lærlingar og handverkarar Dimmalætting fram um Sosialin, ávikavist 49 % og 37 %, og har eru 4 % til Oyggjatíðindi. Tey yngstu í kanningini, tey hvørs seinasta lokna útbúgving er 7. flokkur, taka Dimmalætting fram um Sosialin, ávikavist 63,2% og 25 %. 2,9% í hesum aldursbólki lesa Oyggjatíðindi. Samanumtikið lesa dupult so nógv fólk við teim lægstu útbúgvingunum Dimmalætting sum Sosialin, fólk við miðnámsútbúgving lesa líka ofta í øllum trimum bløðunum, og fólk har seinasta lokna útbúgving var framhaldsskúlin taka Oyggjatíðindi fram um tey stóru.
Vanliga verður sagt, at føroyingar lesa ógvuliga nógv, sambært kanningini eru tey bert 5,9 %, sum einki lesa.
? Uppløgini hjá bløðunum eru stór, so tað bendir eisini á, at fólk lesa nógv avísir. Og hóast uppløgini eru minkað seinnu árini, eru tey framvegis stór í mun til aðra staðni. Sambært viðmerkingunum frá teimum, ið vóru við í kanningini, ljóðaði tað sum um, at tey lesa bæði tey stóru bløðunum. Nøkur vildu kortini hava onnur bløð eisini at velja ímillum, sigur John Mortensen, lærari.
Starv
Viðvíkjandi starvi eru flestu lesararnir hjá Sosialinum ? 39% ? at finna millum fólk í almennaverkinum. Fólk í almennum starvi eru eisini teir ídnastu lesararnir hjá Dimmalætting, 27,6%. Tølini fyri fólk í privatu vinnuni eru ávikavist 27,5 % og 26, 8% fyri Sosialin og Dimmalætting, og er tann størsti bólkurin hjá Oyggjatíðindum, heili 30,3 %. Í aldursbólkunum frá 25 ár og upp til 53 ár flokkast nógv fleiri fólk um Sosialin enn Dimmalætting. Støðan er tann øvugta, tá ið tað ræður um teir eldru aldursbólkarnar. Til dømis lesa nógv fleiri pensjónistar Dimmalætting og Oyggjatíðindi enn Sosialin.
Tey 819 fólkini, sum vórðu við í kanningini hjá Sosialinum, vórðu eisini spurd um, hvat tey hildu um bløðini. Um Sosialin varð sagt, at nógvar, góðar myndir eru í, at støddin er snøgg, at nógvar áhugaverdar greinir eru í, og at ítróttin og lýsingarnar draga. Um kappingarneytan Dimmalætting varð sagt, at tað er gott at hava eitt blað í litum, at tey keypa blaðið, tí ískoytini eru í og tí sniðið er familjuvinarligt, tað vil siga, at fleiri kunnu lesa blaðið í senn.
Kanningin vísir, at konufólk sum heild lesa meiri enn mannfólk og at tey taka Sosialin fram um Dimmalætting, ávikavist 48% og 45%. Hinvegin lesa ógvuliga fáar kvinnur Oyggjatíðindi, bert 1,5 % í mun til 7,3 % mannfólk.
Tora ikki
Sambært sera lítlu undirtøkuni Oyggjatíðindi fáa í kanningini kann tað tykjast løgið, at blaðið yvirhøvur er til.
? Mín fatan er, at fólk ikki tora at viðganga, at tey lesa Oyggjatíðindi, og tað tora tey heldur ikki í eini kanning. Fólk keypa Sosialin ella Dimmalætting og leggja Oyggjatíðindi inn í, tí eingin skal vita, at tey lesa blaðið. Hví tey ikki tora at viðganga, at tey lesa blaðið, veit eg ikki, kanska er tað ov ónærisligt. Sambært hasum tølunum átti blaðið ikki at verið til, men eg skal heilsa og siga, at eg livi væl. Eg havi goldið ikki minni eina millión krónur í bótum, sigur Dan Klein, blaðstjóri á Oyggjatíðindum í viðmerking.
Upplagið hjá Oyggjatíðindum, sum hevur 21 ár á baki, liggur um 2-3000 bløð.
Politisk upplýsing
Spurningurin er so, um Dagblaðið og 14. September, og kanska eisini útisetablaðið Føringurin, fara at klára at hála seg inn á tey stóru bløðini. Nú Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eru størstu flokkar á tingi, fáa Dagblaðið og 14. September størsta bitan av teimum 2,5 milliónunum, sum verða veittir flokkunum til politiska upplýsingar um árið. 14. September hevur ligið stillur leingi, men gjørdi vart við seg beint undan Fólkatingsvalinum, síðani eru 4 bløð komin út. Hvat hendir nú er ikki vist.
? Ætlanin er, at blaðið skal koma út 14. hvønn dag. Vit hava roynt leingi at fáa blaðið út aftur, og arbeiddu við eini aðrari ætlan, sum ikki bleiv til nakað. Men nú vit eru komin í gongd aftur, er ætlanin at halda fram. Vit eru tvey fólk knýtt at blaðnum hálva tíð, men skal blaðið halda fram í øðrum líki, mugu fleiri fólk til. Blaðið verður helst ikki til eitt tíðindablað aftur, Sosialurin og Dimmalætting eru tíðindabløð, so hví gera eitt triðja. Marknaðurin er mettaður við tíðindum, sigur Árni Jacobsen, sum hevur ábyrgdina av blaðnum.
Enn er ikki avgjørt, hvussu framtíðin hjá blaðnum hjá hinum stóra flokkinum, Fólkaflokkinum, verður. Tað hevur eisini ligið stilt leingi, men kom eins og 14. September undan kavi aftur áðrenn fólkatingsvalið.
? Okkara vón er, at Dagblaðið kann halda fram í tann mun tað ger nú, tað vil siga eina ferð um vikuna. Vit hava roynt tað fyrr, men seinast gekk tað í hálvt annað ár. Tá var tað í størri mun enn í dag. Sum er, er bara eitt fólk knýtt at blaðnum. Nú vit hava fingið átta tinglimir, fáa vit 45.000 krónur um mánaðin í politiskari upplýsing og tað munar væl. Vit fara at seta okkum niður í næstum at tosa um, hvussu verður í framtíðini, men eg rokni ikki við, at vit eru før fyri at gera eitt størri blað enn tað er í løtuni, sigur Leif Niclasen úr landsnevnd Fólkafloksins.