Stórur fimleikadagur á Kambsdali

Ársins seinna steypakapping í estetiskum fimleiki, sum Føroya Fimleikasamband skipar fyri, verður á í høllini á Kambsdali í dag.

Ársins seinna steypakapping í estetiskum fimleiki, sum Føroya Fimleikasamband skipar fyri, verður á í høllini á Kambsdali í dag.

 

Kappingini byrjar klokkan 13, tá pinkur og smágentur kappast. Og umleið klokkan 16 byrjar kappingini hjá gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.

 

Hesaferð verða 27 lið við til kappingina:

 

Flog 4 lið

Støkk 7 lið

Ljósið 6 lið

HF 10 lið

 

Úrslitið frá 1. steypakapping verður lagt saman við úrslitinum frá hesari kappingini, og liðið, sum fær besta samanlagda úrslit, gerst steypavinnari.