Stórur skaði á hús í Froðba

Eingin fólkaskaði var, tá eldur kom í eini hús í Froðba um nátturðatíð í gjárkvøldið

Fólk frá løgregluni fara suður at kanna húsini í Froðba, sum eldur kom í í gjárkvøldið.

Tað var beint fyri klokkan 18, at fráboðan kom um, at eldur var í einum sethúsum í Froðba. 

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at stórur skaði kom á húsi í eldinum. Eitt fólk var í húsinum, tá eldur kom í, men kom út í øllum góðum.

Greitt er ikki, hví eldur kom í húsini, men okkurt bendir á, at tað kann hava við matgerð at gera, sigur vaktleiðarin.

Í Hoyvík var eitt minni ferðsluóhapp fyrrapartin í gjár, har ein bilur ikki helt víkiskylduna og stoytti saman við annan bil.

Um 17 tíðina fekk ein persónur bót fyri brot á skilhaldsreglarnar í Havn. Hann var eitt sindur illur í sær. Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið, sigur vaktleiðarin.